Fyri tveimum vikum síðan skipaði Dugni fyri hátíðarhaldi í Listasavni Føroya, har Kærleikskúlan 2010 var avdúkað. Kærleikskúluna í ár hevur kenda listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir hegnisliga tilevnað.
§52a-fyrispurningur til Helenu Dam á Nesystabø
1. Hvør er orsøkin til, at almenni fjølmiðilin ikki møtti, ei heldur hevur umrøtt týðandi hending, ið fór fram á Listasavni Føroya hósdagin 25. November 2010?
Fyri tveimum vikum síðan skipaði Dugni fyri hátíðarhaldi í Listasavni Føroya, har Kærleikskúlan 2010 var avdúkað. Kærleikskúluna í ár hevur kenda listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir hegnisliga tilevnað.
Hetta er annað árið, at Dugni skipar fyri slíkum tiltaki.
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál er millum annað at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so vinnutarnað aftur kunna fara til arbeiðis.
Tilboðini eru fyri fólk, ið vegna skerdan arbeiðsførleika ikki megna at fáa ella at fasthalda eitt arbeiði á arbeiðsmarknaðinum.
Starvsfólkini arbeiða málrættað saman við borgaranum at finna og menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum at arbeiða.
Arbeiðstilboðini á verkstað, ið Dugni bjóðar, eru fyri fyritíðarpensjónistar, ið hava ein ávísan arbeiðsførleika.
Tilboðini eru fyri fólk í vinnuførum aldri.
Sostatt hevur Dugni ein sera týðandi leiklut í okkara samfelag, tá umræður borgarar við skerdum førleika.
Stutt eftir, at Kærleikskúlan varð avdúkað, handaði eldhugaði formaðurin í stýrinum fyri Dugna, Johan Samuelsen, kúluna. Heiðurin fekk blaðmaðurin Snorri Brend, sum í fleiri greinum í Sosialinum hevur megnað at lýst førleikarnar og styrkirnar hjá persónum við breki sum eitt tilfeingi í samfelagnum. Blaðgreinar, sum hava verið við til at bróta fordómar niður, og sum hava verið við til at menna kjakið, fólki við breki at gagni.
Ikki so løgið, at nógv fólk høvdu leitað sær í Listasavnið hendan søguliga hósmorgun, har sak teirra arbeiðsskerdu var í miðdeplinum.
Fjølmiðlarnir høvdu fingið innbjóðing, og vóru tað eisini nakrir, sum møttu. MEN, tað sum er fallið mongum fyri bróstið, er, at tann almenni fjølmiðilin, Kringvarpið, raðfesti hesa løtu so niðarlaga, at teir als ikki møttu – og so vítt eg veit, heldur ikki hava tikið tiltakið uppá tungu – tó var hon umrødd í skemtisendingini Álvaratos.
Sum politikkarar vara vit eisini av støðu teirra, ið hava skerdan arbeiðsførleika, og er tað tí sera hugstoytt, at júst tann almenni fjølmiðilin ikki var tilstaðar slíka løtu, har ljós varð varpað á støðu teirra og tað megnar arbeiðið, ið Dugni avrikar.
Bæði okkum politikkarum og øllum øðrum er við lóg álagt at gjalda fyri at halda lív í Kringvarpi Føroya . Eisini tey arbeiðsskerdu og avvarðandi teirra! Tí er tað átaluvert, at slík søgulig hending, sum fór fram hendan hósdagin 25. november í Listasavni Føroya, ikki fekk rúmd í Kringvarpinum – og kann hetta ikki annað enn undra.
Tí verður spuringurin reistur, hvør orsøkin var til, at Kringvarpið ikki møtti, ei heldur umrøddi hesa týðandi hending, ið viðkemur okkum øllum.
Bill Justinussen

