Bill hevur sett Helenu Dam á Neystabø nakrar spurningar um Vinnuháskúlan.
Spurningur til Helenu Dam á Neystabø
1. Hvussu nógvir lærarar hava fingid eftirútbúgving sína fíggjada av Vinnuháskúlanum í 2007 og 2008?
2. Hava allir lærarar somu atgongd at fáa eftirútbúgving sína fíggjada av Vinnuháskúlanum?
3. Hevur landsstýrid gódtikid eftirútbúgvingarpolitikkin hjá Vinnuháskúlanum?
4. Undirvísa tey eftirútbúnu fulla tíd á Vinnuháskúlanum?
Tey flestu minnast almenna ordaskiftid, sum stódst av einum innlitsmáli um eftirútbúgvingar á Vinnuháskúlanum. Ónøgdin snúdi seg m.a. um, at ikki øll í almennum starvi á Vinnuháskúlanum fingu somu atgongd til alment fíggjadar eftirútbúgvingar. Nú leidsla skúlans sigur seg verda noydda at minka um tilbod skúlans og siga starvsfólkum upp, hevur tad týdning fyri meg sum løgtingslim og lim í løgtingsins fíggjarnevnd at fáa innlit í, hvussu leidsla skúlans umsitur sína játtan. Tí verdur landsstýriskvinnan bidin um at upplýsa fyri Tinginum:
Bill Justinussen, løgtingsmadur
Spurningur til Helenu Dam á Neystabø
1. Hvussu nógvan pening hevur Vinnuháskúlin brúkt til lýsingar og reklamur í árunum 2006, 2007 og 2008?
2. Hvussu nógvan pening hevur Vinnuháskúlin brúkt av síni játtan til ferdaútreidslur í 2006, 2007 og 2008?
3. Hvussu nógv ætlar Vinnuháskúlin at lýsa og ferdast fyri í 2009?
Nú komid er fram, at tríggir lærarar á Vinnuháskúlanum hava fingid ætlanarskriv um uppsøgn vegna vantandi játtan á løgtingsfíggjarlógini fyri 2009, og at ongin næmingur verdur tikin inn á maskinistútbúgvingina í heyst, undrast undirritadi yvir, hvussu leidsla skúlans umsitur sína játtan. Sambært roknskaparskipan landsins brúkar Vinnuháskúoin 33% av síni játtan til annad enn lønir, og er hetta óvanliga høgt fyri ein stovn, sum hevur undirvísing sum sína høvudsuppgávu. Fyri at seta ord og navn á onkrar av hesum útreidslum, verdur landsstýriskvinnan bidin um at upplýsa fyri Tinginum:
Bill Justinussen, løgtingsmadur
Spurningur til Helenu Dam á Neystabø
1. Hvussu nógvir lærarar á Vinnuháskúlanum eru í farloyvi?
2. Hvussu nógvir lærarar eru settir í fast starv fyri hesar?
3. Hvør er stødan hjá einum lærara í farloyvi, sum ynskir at byrja aftur í starvinum, sum ein annar er settur at røkja?
Tad er ikki óvanligt, at lærarar fara í farloyvi fyri at royna seg á ødrum mótum í eina tíd. Tá so er, noydist skúlin at finna annad fólk at røkja lærarauppgávuna so leingi. Tá lærarin í farloyvi tekur vid aftur sínum fasta starvi, noydist hin seinni at víkja. Nú tríggir lærarar á Vinnuháskúlanum hava fingid ætlanarskriv um uppsøgn, er komid fram, at fleiri lærarar eru í farloyvi, og at adrir eru komnir í teirra stad vid føstum starvi. Fyri at fáa innlit í hesi vidurskiftini, verda hesir spurningar settir fram:
Bill Justinussen, løgtingsmadur

