UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Bill sett Jóhan ein fyrispurning um arbeiðsloysi

Arbeiðsloysið økist støðugt, og kring landið er svartskygni um at fáa fatur á pørtum av fólkinum. Landsstýrismaðurin kunngjørdi tíðliga í desembur mánaða ein vakstrarpakka við 23 ymiskum átøkum, sum hugsandi kunnu seta ferð á búskapin, men enn eru hesi átøk bert komin til hoyringar á heimasíðu Vinnumálaráðsins.
Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann

1. Hvørjar eru høvuðsraðfestingar landsstýrismansins fyri at minka um arbeiðsloysið?
2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at kunngjørdu vinnuátøkini verða sett í verk og fara at gera mun, so vinnuliga virksemið í landinum økist við fleiri arbeiðsplássum sum úrsliti?
3. Hvørji mál hevur landsstýrismaðurin sett viðvíkjandi arbeiðsloysinum og hvussu fá skulu vera arbeiðsleys, tá hetta árið er runnið?

Arbeiðsloysið økist støðugt, og kring landið er svartskygni um at fáa fatur á pørtum av fólkinum. Landsstýrismaðurin kunngjørdi tíðliga í desembur mánaða ein vakstrarpakka við 23 ymiskum átøkum, sum hugsandi kunnu seta ferð á búskapin, men enn eru hesi átøk bert komin til hoyringar á heimasíðu Vinnumálaráðsins. Nógv ymisk vinnuátøk verða framd í fleiri londum fyri at seta ferð á niðurpíndar búskapir, men enn er lítið framt í Føroyum til tess at betra um búskapargongdina. Mest týðandi landsstýrisøkini í tíðum sum hesum munnu vera vinnumálini. Har eigur vitanin um støðuna í vinnulívinum at finnast, og har eiga hugsanirnar um átøk at klekjast. Men tað ber ikki til bert at hava góð hugskot. Neyðugt er at fremja tiltøk í verki og í skundi, sum gera mun og skapa arbeiðspláss til arbeiðsleys.

Á Glyvrum 18. januar 2010

Bill Justinussen

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net