Fyrra ABC-samgongan vard fleiri ferdir ávarad um, at eitt úrslit av førda skattapolitikkinum verdur, at vælferdarsamfelagid nú í størri mun má fíggjast vid brúkaragjøldum. Og vit, sum ávaradu, fingu tíverri rætt. Vælferdarsamfelagid er í fillum, skrivadi Sosialurin nú um dagarnar, og her er sjón fyri søgn.
Hvør er orsøkin til, at landsstýrismaðurin í kunngerð nú ásetir brúkaragjald í sjúkrahúsverki Føroya?
Er sama gjald galdandi fyri vælbjargað og tey, sum hava lítið at liva fyri? Er sama gjald galdandi fyri børn og pensionistar?
Er ætlanin at byggja upp eina nýggja skipan, har heilsuverkið í størri mun verdur fíggjað vid brúkaragjøldum?
Er samgongan samd um at bróta týdningarmiklu meginregluna um, at allar tænastur frá sjúkrahúsverkinum skulu vera ókeypis og fíggjaðar umvegis skattin?
Landsstýrirmaðurin hevur nú givið út eina kunngerð um gjald fyri CTD-kanningar, sum áleggur fólki at gjalda kr. 100,00 fyri at verða kannað fyri sjúkuna. Talan er um eitt nýbrot í vælferðarsamfelagnum Føroyar. Ikki eitt nýbrot av teimum góðu, men eitt brot á týdningarmiklu meginregluna um, at øll tilboð frá sjúkrahúsverkinum eru ókeypis og verða fíggjar av samhaldsføstu skattainntøkum landskassans.
Fyrra ABC-samgongan varð fleiri ferðir ávarað um, at eitt úrslit av førda skattapolitikkinum verður, at vælferdarsamfelagið nú í størri mun má fíggjast vid brúkaragjøldum. Og vit, sum ávaraðu, fingu tíverri rætt. Vælferdarsamfelagið er í fillum, skrivaði Sosialurin nú um dagarnar, og her er sjón fyri søgn. Brúkaragjaldið otar set alt meiri inn í kjarnuøkini í vælferðarsamfelagnum, og nú hevur eydnast teimum, sum vilja fíggja vælferdarsamfelagið við brúkaragjøldum, at fáa ein landsstýrismann úr Javnadarflokkinum at áseta brúkaragjald fyri kanningar á sjúkrahúsunum. Hetta man vera fyrstu ferð, at slíkt er sæð í Føroyum í nýggjari tíð, og er tí talan um eitt álvarsligt stig burtur frá teirri vælferðarskipan, sum tey flestu okkara ynskja at halda rimmarfast um.
Bill Justinussen,
løgtingsmaður

