UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Bill spyr Aksel um eygnalæknatænastu

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta ein eygnalækna afturat í starv?

Munnligur spurningur til Axel V. Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta ein eygnalækna afturat í starv?
2. Hevur landssjúkrahúsið í síni umbøn um pening á fíggjarlógini fyri 2010 søkt um meirjáttan til eygnalæknatænastuna?
3. Hvussu long er bíðitíðin hjá serliga eldri fólki við gråstær at fáa skurðviðgerðir frá føroyskum eygnalækna?

Hóast trotið á serlæknum er ein afturvendandi trupulleiki í heisuverkinum, hava vit ta óvanligu støðu á eygnalæknaøkinum, at ein fult útbúgvin føroyskur eygnalækni gongur arbeiðsleysur. Samstundis vita vit, at bíðitíðin til ávísar skurðviðgerðir er at ov long, sum kann hava tað úrslit, at serliga eldri fólk koma illa fyri av at ganga við niðursettari sjón í nógvar mánaðir. Fleiri dømi eru um óhapp, har eldri fólk koma til skaða orsakað av niðursettari sjón. Hetta hevur fyri tey eldru stórar persónligar avleiðingar og fyri almenna kassan, sum ikki hevur ráð at seta ein eygnalækna í starv afturat, nú hann er tøkur, hevur hetta helst fleiri útreiðslur við sær fyri heilsu- og almannaverkið, enn eitt eygnalæknastarv kostar.

Nógv hevur verið frammi um, at vælútbúnir føroyingar ikki koma heimaftur, tí onki er at koma heimaftur til. Vónandi verður hetta ikki so fyri tey, sum fáa sær serlækna-útbúgvingar, tí hesi fólk hanga ikki í trøunum.

á Glyvrum hin 30. oktobur 2009-10-30

Bill Justinussen

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net