Hvør er orsøkin til, at stuðulin til Bláa Kross Føroyar í Fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011 er skerdur úr kr. 325.000 niður í kr. 0?
Munnligur fyrispurningur til Axel V. Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum
1. Hvør er orsøkin til, at stuðulin til Bláa Kross Føroyar í Fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011 er skerdur úr kr. 325.000 niður í kr. 0?
2. Hvørjar avleiðingar fær hesin óvæntaði niðurskurðurin fyri Bláa Kross Føroyar?
3. Er talan um eina fakliga grundaða ella politiska avgerð?
4. Hvussu hevur landsstýrismaðurin samskift við Bláa Kross Føroyar um hendan niðurskurðin?
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011 hevur landsstýrismaðurin í Heilsumálum valt at skjóta upp at strika játtanina til Blái Krossur Føroyar. Árliga játtanin hevur annars verið støðug og er fyri 2010 kr. 325.000. Men hesa játtan vil landsstýrismaðurin eftir øllum at døma sleppa av við, og hevur í tí sambandi helst gjørt seg sekan í tí størsta einstaka niðurskurðinum yvirhøvur í allari Fíggjarlógini. Eitt óskiljandi stig við atliti at týdninginum av áhaldandi rúsdrekkafyribyrging kring landið alt.
Tað hevur uttan iva havt sína orsøk, at játtanin til Bláa Kross Føroyar hevur staðið á fíggjarlógini nú í mong, mong ár. Øll vita, at Blái Krossur stendur fyri góðsku og professionalismu á so mongum økjum – alt frá fyribyrging til viðgerð, umsorgan, familjuráðgeving umframt sosiala og andaliga røkt. Tí er eisini vissa fyri, at almennir pengar verða umsitnir við stórari ábyrgd og gera størst møguliga nyttu í mun til endamálið.
Glyvrar 18. oktobur 2010
Bill Justinussen

