Hvørjar lógir, reglur og mannagongdir eru galdandi, tá Landsverk bjóðar almenn arbeiði út?
§52a-fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Innlendismálum
1. Hvørjar lógir, reglur og mannagongdir eru galdandi, tá Landsverk bjóðar almenn arbeiði út?
2. Heldur landsstýriskvinnan, at føroyskir arbeiðstakarar, veitarar, hondverkarar, vinnufeløg v.m. skulu øll hava eins og sama møguleika á jøvnum føti at bjóða upp á øll almenn arbeiði, herundir eisini øll tey, sum Landsverk hevur ábyrgdina av?
3. Hvussu eru útboðini viðvíkjandi Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Landssjúkrahúsinum, Tekniska Skúla í Klaksvík og Klaksvíkar Sjómansskúla skipað?
4. Heldur landsstýriskvinnan, at allir føroyskir arbeiðstakarar, veitarar, hondverkarar og feløg høvdu sama møguleika á jøvnum føti at bjóða upp á nevndu verkætlanir?
5. Hvør er orsøkin til, at Landsverk í nøkrum førum velir at bjóða útvaldum arbeiðstakarum til innbodna lisitatión, og hvør hevur eftirlitið við, at tey innbodnu eru objektivt vald út millum allar føroyskar arbeiðstakarar?
6. Verða øll almenn arbeiðir – stór sum smá – boðin út? Hvar er markið fyri, nær eitt arbeiði verður boðið alment út, og um eitt tílíkt mark er, hvør hevur so ásett tað?
7. Við atliti at spurninginum um alment útboð, er munur á, hvat innihaldið av verkætlanini er? (Dømi: gerð av nýggjari heimasíðu, asfaltering av vegastubba, vegagerð, alment viðlíkahald, rakstur/løga/stuðulskonta)
8. Tá høvuðsveitari vinnur útboð, hevur hann tá fríar ræsur at velja undirveitarar, ella hevur hann almennar lógir, reglur og mannagongdir at halda seg til?
9. Heldur landsstýriskvinnan, at landafrøðislig atlit eiga at takast, tá alment verður boðið út og tá alment verður boðið inn til lisitatión?
10. Er landsstýrikvinnan nøgd við verandi mannagongdir? Um ikki, hvørji tekur landsstýriskvinna fyri at tryggja, at allir føroyskir arbeiðstakarar hava sama møguleika at taka á seg arbeiðir fyri skattakrónurnar hjá okkum øllum?
Bill Justinussen

