UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Bill spyr Anniku um skálafjarðartunnilin

Hvussu langt er komið at gera avtalu við P/f Skálafjarðartunnilin, og hvør er tilgongdin í málinum?

Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Innlendismálum

1. Hvussu langt er komið at gera avtalu við P/f Skálafjarðartunnilin, og hvør er tilgongdin í málinum?
2. Hvørji eru útlitini fyri, at P/f Skálafjarðartunnilin megnar at finna fígging til ætlanina, nú størsti bakkurin er burtur?
3. Um P/f Skálafjarðartunnilin ikki megnar at fremja ætlanina, hvør er so ætlanin hjá landsstýriskvinnuni?

Løgmaður sigur í løgmansrøðuni, sum varð hildin fyri góðum 4 mánaðum síðani, at “avtala verður nú gjørd við P/f Skálafjarðartunnilin, og gongst sum ætlað, verður koyrandi undir Tangafjørð í 2016.” Hendan ætlanin hevur fingið eitt ógvusligt skot fyri bógvin, nú Eik banki fór undir kong. Ætlanin um ein tunnil undir Tangafjørð er tann týdningarmesta ætlanin í okkara framtíðar undirstøðukervi. Alt samfelagið bíðar eftir, at ætlanin verður sett í verk, tí gagnið av henni er so ómetaliga stórt. Tøgn hevur valdað um ætlan seinastu tíðina, og tíðin er við at renna út fyri partafelagið Skálafjarðartunnilin. Vit bæði vóna og vilja, at ætlanin verður fíggjað og at gongd kemur á. Tí er ynskiligt at frætta, hvar ætlanin liggur júst nú og hvussu sær út frameftir.

Á Glyvrum, hin 9. novembur 2010

Bill Justinussen

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net