UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Bill spyr Jóannes Ejdesgaard um Føroya Fiskavirking

Eitt samfelt kór av samgongufloksformonnum hava harmast støðuna, Føroya Fiskavirking og arbeiðsfólkini eru komin í nú beint fyri jól. Tó hava formenninir samstundis verið á einum máli um, at landið ikki skuldi vera við í nakrari loysn fyri fyritøkuna.

§52a-fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard vrakaðari bjargingarloysn fyri Føroya Fiskavirking

1. Kann landsstýrismaðurin vátta, at hann, áðrenn Føroya Fiskavirking fór undir trotabúarviðgerð, fekk tilboð frá íslendskum peningastovni um at yvirtaka skuld hjá Fiskavirking í íslendskum banka fyri minni upphædd enn áljóðandi virði?

2. Um landsstýrismaðurin hevur fingið slíkt tilboð, hvat var so ítøkiliga innihaldið í tilboðnum?

3. Var íslendska skuldin til landskassan nevnd í sambandi við tilboðið, og hvat var innihaldið í tí sambandinum?

4. Hvør var orsøkin til, at ikki varð tikið av tilboðnum?

5. Hevur Føroya Landsstýri á annan hátt verið inni í tilgongdini fram undir avgerðina at lata Fútarættinum Føroya Fiskavirking? Á hvønn hátt og í hvørjum sambandi, um so er?

Eitt samfelt kór av samgongufloksformonnum hava harmast støðuna, Føroya Fiskavirking og arbeiðsfólkini eru komin í nú beint fyri jól. Tó hava formenninir samstundis verið á einum máli um, at landið ikki skuldi vera við í nakrari loysn fyri fyritøkuna. Tað undrar mong, at landsins størsta fyritøka hevur havt so fáar vinir í politisku skipanini, tá hugsað verður um tey mongu arbeiðsplássini og tímalønirnar, hendan fyritøkan hevur tryggjað í so mong ár. Føroya Fiskavirking var frá byrjan ein politisk loysn í eini kreppustøðu, og nú er landið aftur í kreppu. Munurin tá og nú er tann, at núsitandi landsstýri ongar loysnir hevur, meðan tásitandi landsstýri varð sett undir umsiting av dønum. Tann støðan tykist nærkast í stórum, um ikki broytingar henda á politiska pallinum. Dagarnar fram undir, at Føroya Fiskavirking endaði í Fútarættinum, vóru royndir gjørdar at lata fyritøkuna á aðrar hendur. Eisini landsstýrið hevur fingið áheitanir um at vera við í onkrari loysn. Eitt nú ljóðar, at landsstýrið hevur fingið eitt óvanliga gott tilboð úr Íslandi at yvirtaka skuldina hjá Føroya Fiskavirking í Kaupthing banka fyri langt undir áljóðandi virði, og at hendan yvirtøkan kundi fíggjast við, at landið minkaði almennu áognina í íslendska láninum, sum Føroyar hava latið í kreppuhjálp til íslendarar. Er nakað um tíðindini, er talan um útrætta vinarhond frá íslendingum, sum ongin eigur at kunna siga nei til. Tó ljóðar, at landsstýrið av ókendum orsøkum hevur sagt nei-takk til tilboðið. Neyðugt er at fáa staðfest, hvønn leiklut Føroya landsstýri hevur havt í hesum sambandi.

Bill Justinussen

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net