UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Bill spyr Jóannes um umleggingina av KT skipan hjá bankunum

Meðan føroysku peningastovnarnir í tíðindaskrivum nærum dagliga greiða frá, hvussu væl umleggingin av netbankaskipanini til útlendskan KT-veitara hevur eydnast, hava føroysku brúkararnir, bæði vinnulív og privatfólk, nøtrast í ørkymlan um higartil miseydnaðu umleggingina.

§ 52a-fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard viðvíkjandi umlegging bankanna til útlendskan KT-veitara?

Hvat og hvussu nógv samskifti hevur verið við føroysku politisku myndugleikarnar í sambandi við umlegging peningastovnanna til útlendska KT-veiting?
Hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sett peningastovnunum spurningar ella krøv í sambandi við umleggingina? Og um so er: er krøvini lokin?
Nær frætti landsstýrið á fyrsta sinni um ætlanirnar at leggja um til útlendskan KT-veitara?
Hvussu nógv kostar umleggingin landskassanum serliga við atliti at leiklutinum hjá Pf. Elektron og framtíðaruppgávur felagsins fyri tað almenna?
Hevði landsstýrismaðurin antin sum fíggjarligur politiskur myndugleiki ella sum stórur partaeigari í Føroya Banka myndugleika at nokta Føroya Banka at leggja um til útlendskan KT-veitara?
Hvørjar almennar hugsanir hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum um alla tilgongdina og úrslitið higartil?
Hvørjar fyrimunir og vansar sær landsstýrismaðurin við broytingini?
Kennir landsstýrismaðurin til allar grundgevingarnar fyri umleggingini?
Hevur málið verið til umrøðu á landsstýrisfundi og er full undirtøka í landsstýrinum fyri umleggingini?

Meðan føroysku peningastovnarnir í tíðindaskrivum nærum dagliga greiða frá, hvussu væl umleggingin av netbankaskipanini til útlendskan KT-veitara hevur eydnast, hava føroysku brúkararnir, bæði vinnulív og privatfólk, nøtrast í ørkymlan um higartil miseydnaðu umleggingina. “If it works, don’t fix it” og “never change a winning team” eru helst tiltøk, sum føroysku peningastovnarnir ikki taka so hátíðarliga. “Stórrakstur” sigst vera ein orsøk til ovurdýru umleggingina, samstundis sum vit sum samfelag á fleiri mótum júst royna at vísa á fyrimunirnar við einum lítlum samfelag, kanska nevnt “smárakstrarfyrimunir”. Mær vitandi hava flestu brúkararnir verið væl og sera væl nøgdir við vrakaðu skipanina, sum er bygd upp á føroyskum lunni. Hvørjar eyka fyrimunir brúkarin fær við nýggju skipanini, er trupult at fáa eyga á, tá havt verður í huga, at tað er føroyski brúkarin, sum rindar hvørt oyra gjøgnum ov høgt rentustig, ómaksgjøld, avgreiðslugjøld, provisiónir, trotaprovisiónir, tænastugjøld, stovningarkostnaðir, rentustuðul og annað mangt, ein tvísiffrað milliónaupphædd er komið mær fyri oyrað. Sjálvandi vilja tey, sum selja slíkar skipanir, duga væl at greiða frá øllum fyrimununum. Og vanlig føroysk undirbrotligheit er at geva seg inn undir væltalandi danskar sølumenn, sum duga meiri enn at selja sand í Sahara.

Ein netbanki kann ómøguligt vera annað enn ein praktisk skipan at avgreiða bankaviðurskifti. Og hvussu nógv praktiskari tað kann gerast við at kobla seg upp í eitt størri kervi, má vera sera ivasamt. Tí er tað hugvekjandi, at peningastovnarnir í eini krepputíð, sum fyrst og fremst er skapt av júst peningastovnum, velja at tøma hundraðtals milliónir úr føroyska peningakervinum til danskar sølumenn fyri at fáa so at siga tað sama burturúr, fyri síðani at skriva rokningina til Palleba.

Bankapakkarnir hava higartil kostað føroysku peningastovnunum umleið 400 milliónir krónur. KT-umleggingin hevur kostað eitt tví-siffrað milliónatal. Útrásin hjá serliga tí eina peningastovninum hevur kostað dýrt. Føroyski brúkarin, sum ikki hevur so nógv alternativ at velja ímillum, er svartiper og má gjalda allar rokningarnar antin so ella so. Og nú skal hann eisini gjalda fyri, at føroyskir peningastovnar í Danmark veita sínum kundum har eina lægri rentu enn somu lán fáast fyri í Føroyum.

Alt hetta og mangt annað er orsøkin til, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum má greiða frá sínum leikluti.

Bill Justinussen, løgtingsmaður

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net