Í samband við at Rúsan letur upp handil í SMS, hevur Bill Justinussen sett fram fylgjandi spurningar
1. Hvør er orsøkin til, at Rúsan ætlar at lata upp eksklusiv handil í SMS?
2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at handilin í SMS letur upp?
3. Hevur landsstýrismaðurin tikið undir við hesi ætlan?
4. Hevur landsstýrismaðurin undirtøku í samgonguni fyri hesi ætlan?
5. Væntar landsstýrismaðurin, at eksklusivhandilin í SMS – tað, sum eftir er av árinum, – fer at kasta so mikið av sær, at Rúsan megnar at halda avlopskravið í fíggjarlógini?
6. Hvussu mikið væntar Rúsan, at eksklusivhandilin í SMS fer at selja fyri hiðani og til árslok? Og hvussu stórt væntar Rúsan, at avlopið verður av hesum handli hiðani til árslok?
7. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er í trá við endamálsorðingina í rúsdrekkalógini, at Rúsan nú ætlar at økja um útboðið og atgongdina?
8. Hevur Rúsan ætlanir um onnur tiltøk fyri at halda játtanina á fíggjarlógini?
9. Hvat heldur landsstýrismaðurin, at ein landsstýrismaður eigur at gera við eina leiðslu, sum ikki megnar at halda játtanina á fíggjarlógini?
10. Hevur landsstýrismaðurin tikið nøkur stig til tess at sleppa Rúsuni undan avlopskravinum á fíggjarlógini og heldur at stýra príspolitikkinum og fyribyrgingararbeiðnum umvegis avgjøld á § 20 í fíggjarlógini?
Fyrsta grein í lóg um rúsdrekkasølu sigur, at endamálið við hesi lóg er at tálma NÝTSLUNI av rúsdrekka. Sambært heimasíðuni hjá Rúsuni er missiónin at tálma rúsdrekkaMISnýtsluni. Munur er á nýtslu og misnýtslu. Tá Rúsan ikki tykist hava somu missión, sum lógin ásetir, nevniliga at tálma nýtsluni, er neyðugt hjá myndugleikunum at halda eitt serliga vakið eyga við, hvussu lógin verður fyrisitin í verki. Eftir øllum at døma ger Rúsan ov nógv fyri at økja um nýtsluna av rúsdrekka. Hetta fyri at røkka avlopskravinum í fíggjarlógini. Avlopskravið er sjálvandi ein ómøgulig tvístøða fyri Rúsuna. Tað er ómøguligt at miðja ímóti at selja minni, samstundis sum roynast skal at selja meiri. Tí er neyðugt, at politiski myndugleikin beinanvegin loysir Rúsuna burturúr hesi tvístøðuni. Tað kann gerast við at flyta príspolitikkin til landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum umsitur avgjaldspolitikkin. Tí Rúsan skal undir ongum umstøðum nýta sína orku til at royna at fáa fleiri at drekka meiri. Rúsan skal halda seg til upprunaendamálið, sum er at tálma nýtsluni.
Landsstýrismaðurin bað Løgtingið um at hækka játtanina til Rúsuna við kr. 500.000, so Rúsan megnaði at halda játtanina fyri 2010. Hendan umbøn varð ikki eftirlíkað. Nú hóttir Rúsan við at økja um atgongdina og útboðið fyri at leggja trýst á politiska myndugleikan. Hetta kann føra við sær meirnýtslu og harvið enn størri skaðar bæði heilsuligar og sosialar. Tí má landsstýrismaðurin svara fyri ódámligu framferðini hjá leiðsluni í Rúsuni.
Glyvrar, hin 18. oktobur 2010
Bill Justinussen

