UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Bill spyr Johan um útbjóðingina av útbygging av flogvøllinum

Hevur landsstýrismaðurin í sambandi vid útboðið at byggja flogvøllin út gjørt nakad fyri at tryggja sær, at tað verða føroyskar fyritøkur og føroysk arbeidsmegi, sum sleppur framat verkætlanini? 
Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl

1 Hevur landsstýrismaðurin í sambandi vid útboðið at byggja flogvøllin út gjørt nakad fyri at tryggja sær, at tað verða føroyskar fyritøkur og føroysk arbeidsmegi, sum sleppur framat verkætlanini?

2 Heldur landsstýrismaðurin, at tað hevur týdning fyri føroyska búskapin at geva føroyingum og føroyskum fyritøkum fyrimun í sambandi vid útboð av almennum arbeiðum?

3 Fer landsstýrismaðurin at góðtaka, at útlendsk fyritøka verður tikin fram um føroyska fyritøku, tá avgerast skal, hvør skal vinna slagið um verkætlanina.

Tíverri hava vit sæð, at almennar verkætlanir í alt ov stóran mun enda á útlendskum hondum. Serliga hava íslendskar fyritøkur staðið frammalaga í røðini av útlendskum fyritøkum, sum átaka sær uppgávur fyri almenna myndugleikan. Medan arbeiðsloysið veksur í øllum pørtum av vinnuni, ikki minst í byggivinnuni, hevur landsstýrið ikki broytt politikk fyri at verja føroyskar fyritøkur móti ójavnari kapping frá íslendingum.

Nú stendur aftur ein stór verkætlan fyri framman, og vóngóðir føroyingar hava enn einaferð roynt at bjóða seg fram mótvegis almennum partafelagi. Tað hevur avgerandi týdning fyri føroyska búskapin, at føroyingar verða tiknir fram um og hava kappingarfyrimunir, nú avgerðin um, hvør fær arbeidid, av álvara nærkast.

Bill Justinussen

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net