Hóast tað ikki hevur verið siðvenja hjá landi og stovnum at geva starvsfólkunum jólagávur, verður hetta tó í nøkrum førum gjørt
§52a-fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann
1. Hvør er starvsfólkapolitikkur landsstýrisins í sambandi við jólagávur til starvsfólk í almenna geiranum?
2. Hvørji ráð, stýrir, stovnar og verk undir tí almenna lata jólagávur til starvsfólk síni?
3. Hvat er peningaliga hámarkið fyri hvørja einstaka jólagávu?
4. Hvussu nógvar almennar krónur verða íalt brúktar at keypa jólagávur fyri?
Hóast tað ikki hevur verið siðvenja hjá landi og stovnum at geva starvsfólkunum jólagávur, verður hetta tó í nøkrum førum gjørt. Og í onkrum førum eru gávurnar størri enn aðrar. Nú tíðirnar versna og fíggjarligu umstøðurnar eru vánaligar hjá familjum kring landið, tykist tað órímiligt, at fólk í almennum starvi umframt tann fyrimun, tað er at hava alment starv, eisini skulu fáa jólagávur fíggjaðar við almennum skattakrónum. Havandi í huga, at fleiri tiltøk eru kring landið í hesum døgum at veita familjum og børnum í trongstøðu fíggjarliga hjálp á jólum, eiga landsins myndugleikar at hava eitt vakið eyga við, hvussu farið verður um almennar skattakrónur.
Bill Justinussen

