Munnligur fyrispurningur til rætta viðkomandi (Kaj Leo Johannesen, Jóannes Eidesgaard ella Jørgin Niclasen) um Hoyvíkssáttmálan (Íslandssáttmálan)
1. Er tað í trá við Hoyvíkssáttmálan, um íslendskar fyritøkur, sum taka á seg almenn arbeiðir í Føroyum, gjalda sínum arbeiðsfólki íslendska løn?
2. Kunnu føroyskar fyritøkur gjalda íslendingum í Føroyum íslendska løn?
Eftir at tilboðini at umvæla Landssjúkrahúsið eru latin upp, er greitt, at trý tey lægstu tilboðini eru frá íslendskum fyritøkum. Íslendska krónan er sera lág í mun til donsku krónuna, og hevur hetta við sær, at ein íslendskur borgari við eini tímaløn á 1.200 íslendskar krónur í veruleikanum bert fær millum 30 og 40 føroyskar krónur um tíman. Hendan støðan ger, at tað er vónleyst hjá føroyskum fyritøkum at kappast við íslendskar fyritøkur um almenn arbeiðir í Føroyum. Sambært §5 í Hoyvíkssáttmálanum skulu íslendingar í Føroyum ganga undir somu krøv sum føroyingar í Føroyum sambært tjóðarlógum føroyinga. Um hetta merkir, at íslendingar í Føroyum skulu vera løntir sambært føroyskum sáttmálum, eigur ikki at vera møguligt hjá íslendskum fyritøkum at kunna gera arbeiðini munandi bíligari enn hjá føroyskum fyritøkum.
Heldur hendan støðan fram, er øll ætlan Løgtingsins um at føra expansivan fíggjarpolitikk gjøgnum løgujáttanir á fíggjarlógini til fánýtis. Tá fara íslendskar fyritøkur at vinna øll útbjóðingarumfør bæði at byggja ellisheim í Vági, at byggja skúladepilin við Marknagil, at gera Leirvíksvegin, at gera tunnil norður um Fjall, og øll hini vega- og tunnilsarbeiðini, sum tað almenna fer at seta í verk. Og tá fer helst vinnulívið í Føroyum at senda føroyingar til hús og lata íslendingum arbeiðini í staðin.
Bill Justinussen, løgtingsmaður

