Trupulleikin at manna kommunulæknastørvini í Føroyum er eftirhondini gamal. Fyri tey økir í landinum, har fastur kommunulækni ikki er settur og vikarar røkja størvini, er støðan als ikki nøktandi.
Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum.
1. Hvussu nógv kommunulæknastørv eru ósett í Føroyum í løtuni?
2. Hvørji eru útlitini fyri, at ómannaðu størvini verða sett
3. Hvørji átøk verða framd fyri at manna øll kommunulæknastørvini?
Trupulleikin at manna kommunulæknastørvini í Føroyum er eftirhondini gamal. Fyri tey økir í landinum, har fastur kommunulækni ikki er settur og vikarar røkja størvini, er støðan als ikki nøktandi. Í hesum økjunum skal ein vera meiri enn heppin at møta sama lækna tvær ferðir upp í slag. Fyri borgaran hevur hetta stórar tvørleikar við sær. Serliga tann, sum hevur tørv á framhaldandi og støðugari tænastu frá kommunulæknanum. Ikki allir læknar loysa trupulleikarnar hjá sjúklingunum á júst sama hátt, og tí er tað sera órógvandi fyri nøkur, at tey nærum hvørja ferð møta einum nýggjum vikari í viðtaluni.
Fyri mongum árum síðani varð útbúgvingarskipan sett í verk fyri at bøta um støðuna, men framvegis eru alt ov mong ósett kommunulæknastørv. Tí kann av røttum spyrjast, um átøkini hava verið nóg munagóð, og um ikki tíðin er komin at styrkja um átøkini fyri at fáa mannað ósettu størvini.
Bill Justinussen, løgtingsmaður

