Hvørjar eru høvuðsuppgávurnar hjá menningarstjóranum, sum sjálvur fjórði mannar leiðsluna á Landssjúkrahúsinum?
30. august 2010
Munnligur fyrispurningur til Axel V. Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum
Viðvíkjandi menningarstjóra á Landssjúkrahúsinum
Hvørjar eru høvuðsuppgávurnar hjá menningarstjóranum, sum sjálvur fjórði mannar leiðsluna á Landssjúkrahúsinum?
Hvussu nógv kostar menningarstjórin og hansara virksemi í føroyska heilsuverkinum í miðal um mánaðin alt íroknað so sum ferðing, íbúð o.a.
Hevur menningarstjórin uppgávur fyri aðrar fyritøkur uttanfyri føroyska heilsuverkið, samstundis sum hon er sett í starv á Landssjúkrahúsinum?
Verður lønin til menningarstjóran goldin sum A-inntøka í Føroyum ella sum gjald til eina fyritøku?
Hvussu hevur hilnast at náa teimum málum, sum sett vórðu í sambandi við setan av menningarstjóra?
Hvussu nógv kostar samlaða sjúkrahúsleiðslan á Landssjúkrahúsinum?
Í apríl í fjør varð kunngjørt, at eitt spildurnýtt starv varð stovnað í ovastu leiðsluni á Landssjúkrahúsinum. Ein menningarstjóri skuldi setast. Endamálið var at fyrireika og verkseta HR-menningarátøk. Eisini var endamálið at fyrireika og verkseta heimtøkuverkætlanir í sambandi við serviðgerð uttanlands. Nú eitt drúgt ár er runnið av tvey-ára skeiðnum hjá menningarstjóranum, er komið fram, at talan er um eina kostnaðarmikla skipan hjá einum fíggjarliga hart kroystum sjúkrahúsi. Tí er umráðandi at fregnast nærri um hetta starvið, sum øllum kunnugt verður fíggjað við føroyskum skattakrónum.
Tað er undrunarvert, at uppgávurnar hjá menningarstjóranum fevna heilt frá menningarátøkum fyri starvsfólk til at betra um viðgerðarligu tilboðini í sambandi við heimtøku av serviðgerðum. Í mong ár hevur áhaldandi verið arbeitt við at taka fleiri og fleiri viðgerðir heim. Hendan tilgongdin er javnt og samt, og tí man okkurt serligt átak vera framt, síðani neyðugt hevur verið at sett ein heilan stjóra í ovastu leiðslu sjúkrahússins til hesa uppgávu, sum til dagligt snýr seg um at økja og betra um læknafakliga kapasitetin. Tí er neyðugt at greiða løgtinginum frá um ávegis úrslitini hjá menningarstjóranum.
Bill Justinussen

