UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

CTD genkanningar

Nær fara genkanningar fyri CTD og møguliga aðrar arvaligar sjúkur at standa føringum í boði?

Jenis av Rana hevur sett fram fylgjandi fyrispurning

Viðmerkingar:
Arvaliga sjúkan CTD tykist hava ligið sum ein hóttan undir føroyska samfelagnum í fleiri ár enn flestu okkara ímynda okkum, og eingin ivi man vera um, at hon gjøgnum árini hevur kravt fleiri mannalív enn vit gruna.

Tíbetur er grundarlag hennara um at verða avdúkað og viðgerðarmøguleikarnir tøkir. Men enn eru nógvir spurningar, sum serfrøðin ikki megnar svara. Ein av hesum er støða beraranna, teirra, sum bara sjúkuna víðari, og har sjúk børn kunnu spyrjast burturúr, um bæði foreldur eru berarar.

Løgna er, at her á landi, har sjúkan er so útbreidd, verður lítið og einki gjørt fyri at finna berararnar, sum á hendan hátt liva í stórstu óvissu, bæði fyri egnari heilsu, men eisini fyri framtíðarútlitum barna teirra.

Harnæst er stór ógreiða við teimum blóðroyndum, ið verða tyknar, har borgarin sjálvur rindar egingjald. Har er skipanin hon, at hvørki tann, ið blóðroyndina hevur latið, ella læknin hjá viðkomandi, fáa svar upá hesar royndir, uttan at royndin vísir greitt lág og viðgerðarkrevjandi tøl. Tvs. at t.d. berarar ikki fáa kunnleika um carnitinstøði sítt- heldur ikki egni lækni teirra.

Spurningur:
Nær fara genkanningar fyri CTD og møguliga aðrar arvaligar sjúkur at standa føringum í boði?

Nær fer føroyska heilsuverkið at viðurkenna, eins og stórur partur av heilsuserfrøðini ger, at berarar av sjúkuni CTD ikki uttan víðari kunnu klassificerast sum frískir.

Nær verður møguligt hjá borgaranum og kommunulækna hansara at fáa innlit í tey CTD virðir, sum tann einstaki hevur fingið kannað- og partvíst goldið sjálvur?

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net