UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Fyrispurningur til Axel Johannesen

Í mai-mánaða í 2010 varð nýggj lóg um Húsalánsgrunnuin sett í gildi.
Munnligur fyrispurningur til Axel Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum

1. Hvussu nógv orkulán hevur Húsalánsgrunnurin veitt eftir nýggju
lógini?

2. Hvussu nógvar umsóknir og fyrispurningar um orkulán eftir nýggju
lógini hevur Grunnurin fingið?

3. Hvør er vanligasta orsøkin til, at umsóknir verða noktaðar?

4. Heldur landsstýrismaðurin, at nýggja skipanin við orkulánum hevur
nátt sínum endamáli?

5. Heldur landsstýrismaðurin, at Húsalánsgrunnurin eigur at fáa heimild
at veita laðalig heildarlán við lágari rentu til sethúsamarknaðin?
Í mai-mánaða í 2010 varð nýggj lóg um Húsalánsgrunnuin sett í gildi. Eftir
nýggju lógini kann Húsalánsgrunnurin ikki longur veita vanlig sethúsalán,
men bert orkulán og lán til alternativar bústaðir. Umframt endamálið at
minka um oljunýtsluna til upphiting av bústøðum var ætlanin við nýggju
lógini at seta ferð á byggivinnuna. Byggivinnan hevur seinastu 2 árini havt
minni og minni at takast við, og tí varð mett, at nýggju orkulánini kundu
skapa eitt ávíst virksemi í byggivinnuni. Sostatt var talan um eitt
krepputiltak. Eyðkennandi fyri krepputiltøk er, at tey fáa skjótan virknað
og helst, meðan kreppan framvegis er uppi. Tíverri tykjast broytingarnar í
lógini um Húsalánsgrunnin ikki at hava havt tann skjóta virknað, sum ætlanin
var, nú okkurt bendir á, at fá orkulán eru latin, síðani lógin varð sett í
gildi.
Undir løgtingsviðgerðini av núgaldandi lóg skeyt andstøðan í fíggjarnevndini
upp at heimila Húsalánsgrunnuinum at kunna veita lán til bústaðarmarknaðin í
fríari kapping við føroysku peningastovnarnar. Hesum tók samgongan tíverri
ikki undir við. Nú ein tíð er fráliðin, eigur landsstýrismaðurin at umhugsa
at broyta lógina aftur, so Grunnurin í javnari og fríari kapping kann veita
føroyskum sethúsaeigarum laðalig lán til lága rentu.

Á Glyvrum hin 21. februar 2011
Bill Justinussen

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net