Kann landsstýriskvinnan upplýsa, hvussu nógvir lærarar á maritimu skúlunum (Vinnuháskúlanum og Klaksvíkar Sjómansskúla) ikki uppfylla øll tey formellu krøvini um undirvísingarførleika í kunngerðunum nr. 106 og 107 frá sept. 2005 um skipara- og maskinmeistaraútbúgvingar?
Munnligur fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í undirvísingarmálum
Viðv. førleikakrøvum til lærarar á maritima økinum.
1. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, hvussu nógvir lærarar á maritimu skúlunum (Vinnuháskúlanum og Klaksvíkar Sjómansskúla) ikki uppfylla øll tey formellu krøvini um undirvísingarførleika í kunngerðunum nr. 106 og 107 frá sept. 2005 um skipara- og maskinmeistaraútbúgvingar?
2. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, hvussu nógvir lærarar á nevndu skúlum hava søkt um undantak frá krøvunum sambært § 10, stk. 3 í kunngerðunum frá sept. 2005?
3. Er tað rætt, at Mentamálaráðið hevur heitt á ávísar lærarar um at søkja um undantaksloyvi, og at hesir lærarar hava fingið undantaksloyvi at halda fram? Hvussu nógvir eru teir í tali?
4. Hvussu nógvir lærarar hava fingið noktað undantaksloyvi frá krøvunum í kunngerðunum?
5. Er tað rætt, at Mentamálaráðið hevur noktað at viðgera umsóknir frá summum lærarum?
Viðmerkingar
Í sept. 2005 vórðu kunngerðirnar nr. 106 og 107 um maskinmeistaraútbúgving og skiparaútbúgving lýstar. Ein 5-ára freist at menna undirvísingarførleikan varð ásett fyri teir lærarar, ið longu vóru í starvi.
Krøvini til undirvísingarførleika hjá lærarum eru so strong, at bara hendinga lærarar uppfylla øll tey formellu krøvini um útbúgving og starvsroyndir. Tó kunnu summir lærarar undirvísa maskinmeistaralesandi í einstøkum lærugreinum, hava teir hægri prógv í hesum lærugreinum.
Á vári 2009 vóru tríggir lærarar á Vinnuháskúlanum uppsagdir, m.a. tí teir ikki uppfyltu formellu krøvini, hóast 5-ára freistin ikki var farin.
Nú hoyrist, at ein hópur av lærarum hevur søkt Mentamálaráðið um undantaksloyvi at halda fram í starvinum. Tað tykist sum at teir hava ikki fingið eins viðgerð í Mentamálaráðnum. Ivasamt er, um Mentamálaráðið hevur biðið skúlaleiðslurnar um tilmæli, sum § 10, stk. 3 í kunngerðunum ásetir.
Fleiri av teimum lærarum, sum ikki hava fingið undantaksloyvi, ganga í einum støðugum ótta fyri at verða uppsagdir eins og teir tríggir starvsfelagarnir.
Ein skeiv gongd er um at taka seg upp í okkara samfelagi. Hendan snýr seg um ójavna viðferð av borgarum í landi okkara, sum hava krav um og rætt til javna viðferð. Grannskoðaramálið er nýggjasta dømið um hesa gongd. Í dag hava fólk við røttum eftirnøvnum og røttum politiskum liti framíhjárættindi tá ræður um almennar ágóðar. Hendan spillan breiðir seg sum ókrút kring landið, og tí er neyðugt at varpa ljós á viðurskifti, sum hava dám av slíkum órætti.
Tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni.
Á Glyvrum, hin 22. novembur 2010
Bill Justinussen

