1. Ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at niðurleggja deildina hjá Taks í Saltangará og flyta alt virksemið til hjá Taks Norðurøki til Klaksvíkar?
Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum
1. Ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at niðurleggja deildina hjá Taks í Saltangará og flyta alt virksemið til hjá Taks Norðurøki til Klaksvíkar?
2. Ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at keypa bygningin hjá Klaksvíkar Býráði til endamálið?
3. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at skipa Norðurøkið framhaldandi við tveimum deildum, so at hesi á leið 40 almennu arbeiðsplássini kunnu vera staðsett bæði í Saltangará og í Klaksvík?
Tað liggur á ljóði, at enn ein landsstýrismaður hjá Javnaðarflokkinum, fíggjarmálaráðharrin, er farin undir fyrireikingar at flyta enn ein almennan stovn til Klaksvíkar. Hesuferð er talan um deildina hjá Taks í Eysturoynni við sínum 20 starvsfólkum. Hendan deildin byrjaði sítt virksemi í Saltangará sum Gjaldstova heilt afturi í 1966 og hevur harvið 43 ár á baki sum almennur stovnur í einum øki, sum annars er totalt niðurraðfest viðvíkjandi almennum arbeiðsplássum. Hóast borgarar og vinnulív kring Skálafjørðin standa sterk í myndini, tá skattakrónur skulu krevjast inn at fíggja alment virksemi, hevur triðstørsta kommunan í landinum saman við grannakommununum kring fjørðin onki sjúkrahús, ongan miðnámsskúla, ongan hægri skúla, ongan almennan eftirlitsstovn og ei heldur nakran almennan miðdepil av nøkrum slag.
Tað kennist tí sum beinleiðis politiskur ágangur, um ætlanin veruliga er at niðurleggja tey fáu almennu arbeiðsplássini, sum hóast alt eru í økinum. Almenn arbeiðspláss hava ovurstóran týdning fyri trivnaðin allastaðni, har tey eru. Tey skapa fjølbroytni og øðrvísi avbjóðingar í einum lokalsamfelag, har fiskivinna, handil og ídnaður annars eru høvuðsavbjóðingarnar hjá komandi ættarliðnum.
Álítandi keldur vilja vera við, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlar at keypa bygningin, har Klaksvíkar Býráð heldur til, og flyta alt virksemið hjá Taks Norðurøki hagar. Spurningurin er, um ein partapolitiskur býtishandil er um at fara fram millum Norðoyggjar og Sandoynna; at nýggja Heilsutrygdin verður løgd í Sandoynni við sínum 8 fólkum afturfyri at Klaksvíkin fær tey 20 fólkini hjá Taks. Í atkvøðujakstran eru ongi amboð nóg skitin.
á Glyvrum hin 29. oktobur 2009
Bill Justinussen

