Tvey ár munnu vera liðin, síðani granskari saman við landslæknanum loyptu ótta á mangan føring við teirra einsíðuga frámæli til fólk um at eta grind.
Spurningar:
Nær kann føroya fólk væntað at fáa eitt vísindaliga grunda tilmæli um nýtslu av grind sum mannaføði?
Hví hevur drigið so leingi út við at fáa gjørt slíkt tilmæli?
Hevur landsstýrismaðurin kunnleika til hvussu tilmælið fer at ljóða?
Viðmerkingar:
Tvey ár munnu vera liðin, síðani granskari saman við landslæknanum loyptu ótta á mangan føring við teirra einsíðuga frámæli til fólk um at eta grind. Landsstýrismaðurin, og ovasti myndugleiki okkara á økinum, vóru tó skjótir at gera vart við, at talan var ikki um alment kosttilmæli og hesir boðaðu frá, at eitt slíkt fór at koma.
Óneyðugt at siga, at bíðað hevur verið í spenningi og við áhuga eftir hesum tilmæli, sum tó enn ikki er komið. Ímeðan hevur tíverri frámælið teirra beggja omanfyrinevndu uttan iva fingið fleiri at ivast og kanska gevast við at eta grind, alt til fyrimunar fyri uttanífrákomandi føði, hvørs dygd og heilsufremjan mangan man verða so sum so.
Ómetaliga óheppið man sigast at vera, at almenni myndugleikin ikki fyri langari tíð síðani hevur avgreitt hetta mál og hendan iva og er komin við einum á vísind bygt tilmæli, sum greitt sigur tí fólki, sum her býr, hvør dygd er í grindini- og hvussu tíðun hon kann njótast til matna.
Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins

