Er tað rætt, at tygun, á fundi við felag teirra eldru, gav lyfti um, at hesi skuldu fáa somu procentvísu hækking í pensiónsupphæddini, sum tey á almenna arbeiðsmarknaðinum fingu í lønarhækking, um samráðingarnar við hesi førdu til slíka?
Um svarið er ja, verða tygun biðin greiða frá, á hvønn hátt hetta lyftið samgongunnar er hildið.
Hvussu stór er upphæddin eldru okkara, sambært lyftinum, áttu at havt fingið- og hvussu nógv hava tey fingið?
Viðmerkingar:
Í politiska orðaskiftinum í og uttanfyri tinggátt varð, meðan samráðingarnar vóru millum almenna arbeiðsgevaran og fakfeløg á almenna arbeiðsamarknaðinum, ført fram, at endaðu samráðingarnar við lønarhækking, so fór politiski myndugleikin sjalvandi at hækka almennu pensiónirnar tilsvarandi. Eisini visti felag teirra eldru at siga, at fíggjarmálaráðharrin á fundi við tey, longu tíðliga í summar, lovaði, at gjørdist samráðingarúrslitið ein lønarhækking fyri alment løntu, so vildi hetta bera við sær eina tilsvarandi procentvísa hækking í pensiónum.
Sambart landsfelag pensionista er hetta lyftið ikki hildið, og striltið tykist verða at fáa ráðandi politiska meirilutan at greina um og hví so er. Tí hesin spurningur, sum landsstýrismaðurin verður biðin svara skjótast gjørligt.
Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins

