Jenis spyr um Vinnuframagrunnin
Viðmerkingar:
Alt annað enn hugaligar frásøgnir eru bornar okkum hesar seinastu vikurnar, frásagnir sum sáða iva um, hvussu tann peningur, vit sum løgtingslimir áleggja fólki sum skatt, verður brúktur. Hetta er samstundis sum eyka byrðar verða álagdar teimum á niðastu rókum, tvs. teimum, sum ringast eru stødd frammanundan.
Hesar frásagnir, ið ikki eru afturvístar, ræða og seta spurnartekin við samfelagsbygnað okkara, um vit, hóast fáment, tó hava eitt grundarlag, ið rúmar veruleikum, sum ikki tola dagsljós. Um so er, at tann peningur, sum vanliga borgaranum verður álagt at gjalda, ístaðin fyri at verða nýttur samhaldsfast og til samfelagsuppbyggjan, partvíst fer í lummar, sum á ongan hátt hava tørv á hesum, hava vit ein samfelagstrupulleika, sum krevur loysn her og nú.
Ein av grunnunum, sum ivi hevur verið sáddur um seinastu vikurnar, og sum árliga fær játta 4,25 mió á løgtingsfíggjarlógunum, er vinnuframagrunnurin. Ásannandi , at løgtingið ikki framhaldandi kann samtykkja lógir, ið áleggja vanliga føringinum eyka fíggjarligar byrðar, fyri síðani at loyva útdeilan av hesum peningi í ivasamar hendur, loyvir undirritaði sær at seta landsstýrismanninum spurningin.
Spurningur:
Landsstýrismaðurin verður biðin greina fyri løgtinginum, hvussu játtan vinnuframagrunsins er brúkt sinastu 5 árini- tvs. geva løgtinginum yvirlit yvir árligu játtanirnar, hvør hevur móttikið hendan almenna stuðlinum, nøgdina hesi hava móttikið og hvørji endamál játtaði skattapeningurin er brúktur til.
Fakta um vinnuframagrunnin:
Vinnuframagrunninum var stovnaður við løgtingslóg nr. 81 frá 8. mai 2001 um Vinnuframagrunn. Endamál grunsins er at styrkja og fjøltátta føroyskt vinnulív og menna burðardyggar føroyskar fyritøkur. Umframt at menna virksemi sum er, verður dentur lagdur á tøkni, bæði nýskapan í kendari tøkni og í framkomnari tøkni sum t.d. teldutøkni, lívtøkni og skapandi vinnu.
Árliga játtanin varð í 2008 hækkað við 1 mió. kr. til at veita stuðul til átøk, herundir samstarv t.d. millum kommunur, vinnu, og almennar stovnar, sum vilja skapa karmar fyri at:
• Veita individuella ráðgeving til tann einstaka íverksetaran.
• Fremja bólkaráðgeving, t.e. skipa fyri ráðstevnum, skeiðum, verkstovum og netverkan o.t. til tess at ala fram íverksetarahugburð og nýskapan í Føroyum.
• Ráðgeva í at gera kunnandi tilfar, t.d. á interneti og í faldarum.
Jenis av Rana

