Fyrispurningur til John Johannesen, landsstýrismann í Heilsu- og Innlendismálum
Spurningur 1:
Hvussu leingi bíðar ein sjúklingur eftir at sleppa til serlækna í nervalagssjúkum (neurologi), eftir at kommunulækni ella sjukrahúslækni vegna sjúklingin hevur biðið um tíð til metingar og ella viðgerð?
Spurningur 2:
Hvussu leingi bíðar ein sjúklingur eftir at sleppa til serlækna í giktasjúkum (rheumatologi), eftir at kommunulækni ella sjukrahúslækni vegna sjúklingin hevur biðið um tíð til metingar og ella viðgerð?
Spurningur 3:
Hvussu leingi bíðar ein sjúklingur eftir at sleppa til serlækna í sálarsjúkum (psykiatri), eftir at kommunulækni ella sjukrahúslækni vegna sjúklingin hevur biðið um tíð til metingar og ella viðgerð?
Spurningur 4:
Hvussu eru útlitini fyri at bíðitíðirnar til omanfyrinevndu øki verða styttar?
Viðmerkingar:
Fremsta málið í heilsverkinum, tí primera og tí sekundera, er, so skjótt yvirhøvur til ber, at viðgera og linna sjúkur og fylgur teirra. Skjótast at lyfta av sjúklinginum ta byrðu sum sjúkan ber við sær, á ein hátt sum grøðir og veitur hinum sjúka frælsi aftur.
Ein av stóru forðingum at náða hesum endamáli er bíðitíðin. Í flest øllum londum finna vit hesar, í mongum førum tíverri menniskjaskaptar og óneyðugar, í øðrum førum vegna tørvandi játtanir ella starvsfólkatrot. Í báðum teimum seinnu førunum er talan um trupulleikar, hvørs orsøk væl má sigast verða spurningur um, hvussu vit, sum skipa fyri politiskt, raðfesta samfelagsins tilfeingi.
Støðan í heilsuverki okkara er, at ómenniskjaliga langar bíðitíðir eru at sleppa til serlæknametingar á grundleggjandi sjúkuøkjum, m.a. sálar-, nervalags- og giktasjúkum. Hin sjúki líður undir hesum, somuleiðis tey, hann hevur um seg og samfelagsliga er talan um raðfesting, sum neyvan í longdini gagnar t.d.búskapinum, heldur mótsatt. Her hugsi eg um arbeiðsmiss, sjúkudagpengar, sosialar veitingar, familjutrupulleikar, sum sjúkratíðin lætt ber við sær, og at nýkomnar sjúkur, ið kundu verið grøddar við skjótari hjálp, gerast kroniskar v.m. v.m. v.m.
Jenis av Rana

