Jenis hevur sett landsstýrismanninum í vinnumálum, Jóhan Dahl, tveir spurningar um rúsdrekkapolitikkin.
Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í vinnumálum:
Havnin h. 02.04.2010
Viðmerkingar:
Í grein í fjølmiðli í seinastu viku, har landsstýrismaðurin royndi at verja avgerð sína um at víðka upplatingartíðirnar hjá rúsuni, og harvið atkomuligheitina til rúsdrekka, boðar hesin m.a. frá, at: …” landsstýrismaðurin ivast ikki í, at rúsdrekkasølan og hennara fólk gera eitt munagott arbeiði, tá tað snýr seg um at kunna fólk um vandarnar við alkoholi”…..
Mitt í sorgini um høpis- og ábyrgdarleysu avgerð landsstýrsins kveikja hesir upplýsingar landsstýrismansins vón. Vit kenna jú øll til tey ovurhonds skaðiligu árin virksemi rúsunnar hevur á føroyska samfelagið, men fægstu munnu kenna til tað fyribyrgjandi arbeiði, landsstýrismaðurin sipar til at hendan fremur. Tí verður landsstýrismaðurin biðin svara niðanfyristandandi fyrispurningi, sum ljóðar:
Spurningur:
Kann landsstýrismaðurin greiða løgtinginum frá, hvussu hetta ” kunnandi arbeiði um vandarnar við alkoholi”, sum hann sigur rúsdrekkasølan fremur, reint ítøkiliga er skipað?
Er t.d. talan um ávarandi faldarar, ið rúsan gevur út, um kunnandi plakatir, sum hanga frammi og sum lýsa skaðaárin rúsdrekka, um granskingararbeiði í sorgarleikunum, ið standast av rúsdrekka- ella heilt onnur tiltøk?
Jenis av Rana
———————————————-
Havnin h. 02.04.2010
Munnligur fyrispurningur til Landsstýrismannin í vinnumálum.
Viðmerkingar:
Øll serkøn innan rúsdrekkagransking, og fólk við kunnleika til skaðiligu fylgurnar rúsdrekka hevur, eru á einum máli um, at prísur og atkomuligheit eru tvey parametur, ið hava størstu ávirkan á nýtsluna.
Í sambandi við, at landsstýrismaðurin hevði ætlanir um at økja atkomuligheitina, við at geva Rúsuni loyvi at hava opið leygardagar, boðaði fólkaheilsráðið, sb. fjølmiðlunum, frá, at ”royndirnar frá Svøríki vísa, at tá upplatingartíðirnar hjá monopolinum vórðu víðkaðar, vaks rúsdrekkasølan”. Og ráðið mælti tí til, at prísurin ”eigur at fara upp”, um hetta verður gjørt.
Men so varð ikki. Landsstýrismaðurin víðkaði upplatingartíðirnar, men uttan at broyta prísirnar. Soleiðis verður gingið beint móti svensku royndunum, sum fólkaheilsuráðið vísir til, við tí fylgju at útlit eru til at nýtslan hækkar.
Havandi í huga oyðileggjandi fylgurnar rúsdrekka hevur á einstaklingar, familjur, heilsu, arbeiðsførleika v.m, og sorgarleikirnar, ið standast av hesi nýtslu, t.d. umsorganarsvíkjan av børnum, oyðileggjan av heilsu, syndran av familjum, arbeiðsskaðar, ovurhonds óneyðugar útreiðslur á heilsu- og almennaøkinum- og vit kundu hildi á í tað óendaliga, tykist í fyrsta lagi avgerð landsstýrisins undarlig, fyri ikki at siga ábyrgdarleys, men harnæst eisini óskiljandi, at landsstýrið ikki byrgir upp fyri øktari sølu, við at fylgja ráðum fólkaheilsuráðsins.
Spurningur:
Kann landsstýrismaðurin greiða løgtinginum frá, hví hann ikki tekur til eftirtektar tær royndir og tey ráð, sum fólkaheilsuráðið vísir til og kemur við, viðvíkjandi øktu upplatingartíðunum, og harvið øktu atkomuligheitini í rúsdrekkasølum landsins.
Jenis av Rana

