Løgmaður verður biðin geva Løgtinginum og føroya fólki eina kunning um tað áhugaverda svar, landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum gav undirritaða á Norðurlandaráðsfundinum í Reykjavík, tá spurt varð um støðu Føroya til EU.
Munnligur fyrispurningur til løgman Kaj Leo Johannesen.
Havnin h. 08.11.10
Spurningur:
Løgmaður verður biðin geva Løgtinginum og føroya fólki eina kunning um tað áhugaverda svar, landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum gav undirritaða á Norðurlandaráðsfundinum í Reykjavík, tá spurt varð um støðu Føroya til EU. Serliga verður løgmaður biðin greiða frá teirri frágreiðing ” udredning ”, sum landsstýrið grundar sín nýggja politikk á.
Viðmerkingar:
Á Norðurlandaráðsfundi í Reykjavík í farnu viku svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Uttanlandsmálum spurningi frá undirritaða, um hvussu støðan við EU málinum er í Føroyum.
Brot úr svari landsstýrismansins ljóðar soleiðis ( á donskum ):
… vi har lavet en udredning om vores forhold til EU, og ud fra den kan jeg sige, at landsstyret ikke ser nogen interesse i færøsk medlemskab af EU. Vi vil have en tættere tilknytning, men af den udredning, vi har lavet, kan vi ikke se, at et medlemskab af EU ville blive godt for det færøske folk og den færøske velfærd- …
Gleðiligt er at hoyra landsstýrismannin so greitt boða frá, at landsstýrið ongan áhuga hevur fyri limaskapi í EU og at landsstýrið loksins sær, at EU limaskapur ikki vil verða gagnligur fyri føroya fólk og vælferð føringa.
Jenis av Rana

