Í samband við at løgmaður á tíðindafundi eftir ríkisfundin í Skagen kom við skelkandi útsøgnum um stjórnarskipanaruppskotið, hevur Jenis av Rana sett løgmanni fylgjandi spurning:
Havnin h. 12.06.10.
Sambart fjølmiðlum hava tygun á tíðinafundi í Skagen, hildin í sambandi við ríkisfundin 2010, boðað frá, at uppskotið um nýggja stjórnarskipan fellur burtur á Ólavssøku og verður neyvan lagt fram aftur av samgonguni.
Tygun verða biðin um at greiða frá hvørja heimild tygun hava til soleiðis at seta til síðis, lítisgera og vanvirða part av tí arbeiði, fólkavalda Løgting okkara miðvíst hevur arbeitt við seinastu árini.
Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins
umframt limur í grundlógar- og stjórnarskipanarnevnd Løgtingsins frá byrjan av hesum arbeiði.

