UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Karsten Hansen setur munnligan fyrispurning til Magna Laksafoss

Munligur fyrispurningur til 
Landsstýrismannin í fíggjarmálum Magna Laksafoss
um ovurhiting í búskapinum

Í tíðindaskrivi dagfest 16-11-2007 frøðist Landstýrismaðurin um, at samsvar er millum útmeldingarnar frá Fíggjarmálaráðnum og frá Danska Tjóðbankanum. Tað er sjálvandi gott at fáa undirtøku fyri sínum sjónarmiðum frá leiðslu Tjóðbankans, sum jú staðfestir at føroyski búskapurin koyrir í hægsta geari, tá skuldi tað verði lagamanni, at fingið eina ábyrgdarfulla samgongu at tiki tøk.
Tjóðbankin vísir á gongdar leiðir, fyri at bøta um hættisligu støðuna, við at steðga útreiðsluvøkstrinum í komandi árum. Eisini vísir frágreiðingin á stóra tørvin á arbeiðskraft.
Tjóðbankin vísir eisini á at tað seinastu árðini hevur verði munandi undirskot á handilsjavnanum.

Føroyska Búskaparráðið hevur sagt og sigur jú tað sama, men man slettur bara meira vatn á gásina.
Tað virkar beinleiðis løgi, tá Landstýrismaðurin í endanum av tíðindaskrivinum staðfestir, at búskaparpolitikkurin er á góðari leið, tá hann jú veit, hvussu stór ferðin á búskapinum er, og tá hann veit, at hann ikki higartil hevur fingið stuðul í nøkrum av sínum ætlanum frá tí samgongu, sum hann jú er partur av.
Spurningarnir til Landstýrismannin eru:

1. Var tað rætt at uppsiga avtaluna sum undanfarna samgonga gjørdi við Kommunurnar um íløguloft?

2. Er nøkur nýggj avtala gjørd við Kommunurnar um íløgur og rakstur?

3. Hvussu stórt hevur halli á handilsjavnanum verði í 2004, 2005, 2006 og hvat er metingin fyri 2007 og 2008?

4. Er Landsstýrismaðurin tryggur við gongdina í føroyska búskapinum?

Karsten Hansen

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net