UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Karsten spyr Anniku um sýslumansstarvið.

Er landsstýriskvinnan greið yvir, at tað aftan á 1.apríl 2010 onki leiðandi starv er í Føroyum sum eitur Sýslumaður?

Munligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu

Viðvíkjandi avtøku av øllum verandi leiðslustørvum innan føroysku løgregluna

1. Er landsstýriskvinnan greið yvir, at tað aftan á 1.apríl 2010 onki leiðandi starv er í Føroyum sum eitur Sýslumaður?

2. Er landsstýriskvinnan greið yvir, at sambært notati frá Ríkispolitiovastanum dagfest 18. november 2009 um nýggjan leiðslubygnað og skipan, so er starvi sýslumaður ikki at finna?

3. Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera við tað, at Føroya Landfúti/Ríkispolitiovastin, síggja burtur frá, hvat viðvíkur rættargangsreglunum, jarðalógávuni, náttúrufriðingarlógini, lóggávuni um grind, um mynstring og mangt annað, sum í størri og minni mun er lagt til sýslumannin at umsita?

4. Ætlar landsstýriskvinnan enn einaferð at lata standa til, ella ætlar landsstýriskvinnan at krevja, at lógir og reglur verða fylgdar, eisini av Føroya Landfúta?

Á Løgtingi 8. februar 2010

Karsten Hansen

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net