UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Karsten spyr Helenu um maritimu útbúgvingarnar

Eg havi nú fleiri ferðir, skrivliga og munliga, reist spurningin um at leggja maritimu útbúgvingarnar saman og flyta tær til Klaksvíkar. 
Munligur fyrispurnngur til Landsstýrismannin í Mentamálum, Helena Dam á Neystabø

Viðvíkjandi Maritimu útbúgvingunum

1. Hvør er formaður í nevndini?

2. Nær var fyrsti fundurin hjá nevndini?

3. Hvat er arbeiðssetningurin og tíðarætlanin?
4. Um nevndin kemur til tað niðurstøðu, at rættast er at leggja allar maritimu útbúgvingarnar saman á einum stað, fer
Landsstýrismaðurin so at fylgja tilmælinum?

5. Um tilmælt verður samanlegging, fer Landsstýrismaðurin so at fylgja politiska meirilutanum sum hevur ynskt at flyta maritimu útbúgvingarnar til Klaksvíkar?

Eg havi nú fleiri ferðir, skrivliga og munliga, reist spurningin um at leggja maritimu útbúgvingarnar saman og flyta tær til Klaksvíkar. Tað er tí at gleðast yvir, at ein nevnd nú er sett at greina hendan spurningin. Tað eru nógvar góðar grundir fyri at leggja ein slíkan depil júst í Klaksvík, sum gjørnum ættarlið hevur verði sjóvinnuhøvuðsstaðurin í Føroyum. Júst nú er rætta løtan at senda greið tekin um, eina slíka ætlan.

Norðurøki hevur brúk fyri at fáa at vita, at man ætlar at gerða nakað sum liftir øki so at tað aftur far tað pláss í samfelagnum sum tað hevur uppiborði. Stóru broytingarnar á infrakervinum, sum eru og verða framdar, gerða tað møguligt hjá næmingun og lærarum , at ferðast til og frá økinum, so forðingarnar eru burtur. Næmingar og lærarar kunnu fáa ein dagligdag í einum n´túrligum umhvørvi. Møguleikarnir hjá hinum stovnunum at økinum kring Debesartrøð verða munandi betri, um teir fáa núverðandi vinnuháskúlan at húsast í eisini.

Á Løgtingi 13. septembur 2009

Karsten Hansen
Løgtingsmaður

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net