Landstýrismaðurin og løgmaður hava gjørt nógv burturúr, og hava haft stórar vónir um, at aðalorðaskifti um fíggjar- og búskaparmál, sum skuldi verða í vár, í góðari tíð undan framløgu av fíggjarlógini fyri 2010.
Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum
Viðvíkjandi aðalorðaskifti um fíggjar- og búskaparmál
1. Nær kan væntast, at fráboðaða aðalorðaskifti um fíggjar- og búskaparmál verður í Løgtinginum?
2. Um orðaskifti ikki verður fyrr enn í heyst, kemur tað tá at hava nakra ávirkan á fíggjarlógina fyri 2010?
3. Hvussu gongur við fíggjarlógararbeiðnum fyri 2010, sum segðist at byrja fyrsta februar?
4. Hevur samgongan viðgjørt 2010, og er semja um leistin?
Viðmerkingar
Landstýrismaðurin og løgmaður hava gjørt nógv burturúr, og hava haft stórar vónir um, at aðalorðaskifti um fíggjar- og búskaparmál, sum skuldi verða í vár, í góðari tíð undan framløgu av fíggjarlógini fyri 2010.
Nú er vári farið, og summarið byrjað og Løgtingið fer heim í komandi viku, eina viku seinni enn ætlað.
Gongdin í samfelagnum hevur leingi haft fyri neyðini, at politiska skipanin tók sær um reiggj og í felag stakk út í kortið fyri síðan at trína fram á pall og boða frá, hvønn leist man hevði valt at loysa trupuleikarnar eftir.
Alt samfelagið er vitandi um, hvussu stjórnir kring allan heimin melda út, hvussu tey royna at loysa fíggjarligu trupulleikarnar, meðan her heima bert hoyrist um innanhýsis klandur og stríð.
Á Løgtingi, 5. mai 2009
Karsten Hansen

