UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Karsten spyr Jóannes um kommunala útjavnin

Ætlar landsstýrið at koma í Løgtingið við uppskoti um kommunala útjavningarskipan? 

Um slík skipan er í umbúnað, nær kann so væntast, at skipanin kann setast í verk?

Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum
Viðvíkjandi kommunalari útjavningarskipan

Ætlar landsstýrið at koma í Løgtingið við uppskoti um kommunala útjavningarskipan?

Um slík skipan er í umbúnað, nær kann so væntast, at skipanin kann setast í verk?

Er landsstýrismaðurin samdur í, at tað er allneyðugt at gera nakað munagott skjótt, so vit kunnu varveita áleið tað bústaðarmynstur. sum nú er, og ikki minst um vit ynskja veruliga at venda skeivu gongdini ?

Viðmerkingar
Tað hevur í mong ár verið tosa um at seta eina útjavningarskipan í verk, men higartil er ikki nógv gjørt, sum hevur borið rætta vegin.
Samgongan frá 1998 legði uppskot fyri Løgtingið, sum bleiv samtykt, um at skattur frá oljufeløgum, peningastovnum, telefonfeløgum v.m skuldi deilast út millum kommunurnar eftir fólkatalinum. Samtyktin hevði jaligt árin úti um landi.

Í dag er støðan hon, at flestu kommunurnar uttan fyri miðstaðarøki eru sera illa fyri fíggjarliga. Arbeiðsloysi er skjótt vaksandi úti um landi, samstundis tey almennu arbeiðsplássini blíva færri, harumframt eru nógv flestu høgu lønirnar í miðstaðarøkinum.
Støðan er gjørd munandi verri av, at nærum alt vøru- og brúgvagjald fer til miðstaðarøki.

Á Løgtingi 14. apríl 2009
Karsten Hansen

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net