Fer Landsstýrismaðurin at tryggja at FAS-skipanin sum nú er í eini positivari gongd ikki steðgar upp vegna tað at Skipaeftirlitið ikki megnar at fylgja við orsakað av ov lítlari manning?
Munligur fyrispurningur til Jóhan Dahl Landsstýrismann í Vinnumálum Viðvíkjandi menningv av FAS og Skipaeftirlitinum
1. Fer Landsstýrismaðurin at tryggja at FAS-skipanin sum nú er í eini positivari gongd ikki steðgar upp vegna tað at Skipaeftirlitið ikki megnar at fylgja við orsakað av ov lítlari manning?
2. Fer Landsstýrismaðurin at syrgja fyri, at játtanin á fíggjarlógini fyri 2010 til meira manning hjá Skipaeftirlitinum verður ein verðuleiki?
Tá CHE samgongan var gjørd, var tað eitt krav frá Miðflokkinum, at FAS-skipanin bleiv tillaga soleiðis, at hon var kappingarfør við tær skipanir sum londini í vesturheiminum høvdu.
I tøttum samstarvi við táverandi Vinnumálaráðharra, Bjørt Samuelsen bleiv lagt til brots. Tað fyrsta sum hendi var, at eg sum Landsstýrismaður í fíggjarmálum legði eitt uppskot fyri Løgtingi,- sum var samtykt,- um afturbering av skatti. Samstundis arbeiddi Vinnumálaráðharrin við skipan av stovninum, um hvussu hann skuldi marknaðarførast úti í heimi. Støðan í dag sum eg skilji hana, er hon attað gongur gott at selja skipanina, men at hon skjótt kann kolapsa av tí, at man ikki syrgir fyri, at Skipaeftirliti fær neyðugu játtanina. Ein játtan sum um rætt verður fari fram kemur fleirfalda inn aftur.
Á Løgtingi 14. september 2009
Karsten Hansen

