Landsstýriskvinnan hevur lagt enn eitt uppskot fyri Løgtingið um javning av almannaveitingum.
Munligur fyrispurningur til Landsstýriskvinnuna í almannamálum Rósu Samuelsen
Viðvíkjandi javning av almannaveitingum
1. Um lønarsamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum geva tað úrslit, at lønirnar veksa við einum ávísum prosenti, fer Landsstýriskvinnan so at afturkallað uppskotið um avtøk av javning av almannaveitingum sum liggur trivnaðarnevndini?
2. Fer Landsstýriskvinnan at tryggja, at tey sum bert hava fólkapensión og samhaldsfasta at liva av, ikki koma at ásanna, at verðandi gjógvin gørdist djúpari og breiðari enn undan samráðingunum á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum?
3. Hevur Landsstýriskvinnan vegna samgonguna fleiri ætlanir um tiltøk mótvegis teimum, sum frammanundan hava fingið álagt fleiri tyngjandi meirkostnaðir, og sum nú eisini standa til at missa javningina av almannaveitingum?
4. Metir Landsstýriskvinnan, at tey 6 % av pensionistum, sum sambært nøgdsemiskanningina, og Landsstýriskvinnuna sjálva, hava tað sera trupult, fara at hava eitt virðuligt lív aftan á at tey sambært uppskotinumk frá Landsstýriskvinnuni missa tey 3 prosentini í javning árliga?
Landsstýriskvinnan hevur lagt enn eitt uppskot fyri Løgtingið um javning av almannaveitingum. Fyrra uppskotið, sum samgongumeirilutin samtykti fyrst í trivnaðarnevndini og síðan í løgtinginum lækkaði javningina við einum prosenti úr 4 niður í 3 prosent. Uppskotið sum nú er til viðgerðar lækkar javningina úr trimun prosentum niður í null.
Á Løgtingi 22.novembur 2010
Karsten Hansen

