UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Karsten spyr um Kringvarpsgjald

Karsten hevur sett Helenu D. á Neystabø spurning um kringvarpsgjaldið.

Munnligur fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum

Viðvíkjandi kringvarpsgjaldinum

1. Metir landsstýriskvinnan, at tað er í tráð við kringvarpslógina og kunngerðina, at Kringvarp Føroya enn einaferð broytir freistina fyri at gjalda kringvarpsgjald soleiðis, at brúkarin skal gjalda ein mánaða fyrr?

2. Er landsstýriskvinnan kunnað frammanundan, og um so er, hevur hon góðkent, at Kringvarp Føroya á henda hátt vinnur sær tøkan pening.

Á Løgtingi, 9. februar 2009

Karsten Hansen

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net