UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Karsten spyr um tunnilin norð um fjall

Karsten Hansen hevur sett Anniku Olsen munnligan fyrispurning um, hvussu gongur við hesi verkætlan

Munligur fyrispurningur
Til Anniku Olsen, Landsstýriskvinnuna í samferðslumálum

Viðvíkjandi tunnil Klaksvík-Árnafjørð- Norðdepil og Byrgingini um Haraldsund

Hvussu gongur við fyrireikingunum til verkætlanina?

Er avgjerð tikin um, hvussu linjuførðingin av tunilinum skal verða?

Kemur nakað uppskot um verklagslóg í Løgtingið í hesi tingsetuni?

Viðmerkingar

Løgtingið játtaði 22 mio. á fíggjarlógini fyri 2009 til gerð av tunli og byrging. Orsøkin til, at hesi arbeiði verða knýtt saman, er tað natúrliga í at brúka grót frá tunlinum til byrgingina.

Ein onnur av grundgevingunum fyri samtyktini var, at man í hesum truplu tíðum vildi seta arbeiðir í gongd, har størstur tørvur var fyri virksemi, eisini í so máta er lagaliga løtan nú.

Sambært langtíðarløguætlanina hjá samgonguni sum var frá 1998 skuld arbeiðini upp á nýggju tunlarnar og byrgingina byrja í 2008.

Fyri uttan ampan hjá vanligu ferðsluni, eru umstøðurnar ótolandi fyri vinnulívið í Adnafjirði, Hvannasundi, Norðdepli og á Viðareiði. Síðan undirsjóðartunnilin kom er trupuleikin munandi øktur.

Á Løgtingi 27.januar 2009

Karsten Hansen

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net