UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Løgtingsmál nr. 85 /2010: Fátækramarkið

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri tingið, sum ásetir ta upphædd, sum verður mett at vera hin minsta, einum húsarhaldi tørvar fyri at kunna liva eitt virðiligt lív.

Øll tosa um tað,men eingin ger nakað við tað- fátækramarkið.

Uppskot til samtyktar um ásetan av fátækramarki.

Ótaldar áheitanir, frá fakfeløgum, áhugafeløgum, politiskum flokkum o. ø. hava seinastu árini verið bornar politiska myndugleikanum um at áseta eitt fátækramark, evt. í sambandi við gerð av einari nýggjari forsorgarlóg. Føroyska forsorgarlógin er frá 1960 árunum og er tí sera ótíðarhóskandi. M.a. ásetur hendan, at sum hjálp til uppihald, tvs. at keypa mat, klæðir og aðrar dagligar útreiðslur, verður útgoldið í mesta lagi ein upphædd samsvarandi grundupphæddini í fólkapensiónini. Men hendan uphædd hevur verið óbroytt í samfull 13 ár, og hóast politikkarar úr fleiri flokkum hava talað fyri at fremja broytingar, er einki hent. Hesi somu 13 ár er meðalprístalið fyri mat og aðrar vørur hækkað við umleið 25 %.

ES hevur ásett, at hevur ein familja minni enn 60% í inntøku í mun til miðalinntøkuna í landinum, so livir familjan í lutfalsligum fátækradømi, meðan OECD hevur sagt, at ein familja má metast at vera lutfalsliga fátøk, um hon hevur inntøku, ið er niðanfyri 50% av meðalinntøkuni í landinum.

Danir meta, at tú ert fátækur, um tú t.d. ikki hevur ráð at:

senda børnini til ítrótt

halda føðingardag,

eiga teldu, internet, sjónvarp ella fartelelefon.

Í Føroyum er ikki nøkur greið fatan av, hvat fátækradømi er, men í kjakinum hevur m.a. verið spurt, um ein familja er fátøk:

tá ráð ikki eru til egin sethús?

tá ráð ikki eru til televarpið ella internet?

um ráð ikki eru til at keypa nýggj klæði?

um ráð ikki eru at fara til tannlæknan?

um ráð ikki eru at halda barnaføðingardagar ella jólaaftan?

um børnini ikki kunna hava frítíðarítriv sum kosta pening?

um ráð ikki eru til heitan mat hvønn dag?

Vikublaðið A4, sum er blað hjá LO í Danmark, almannakunngjørdi fyri tveimum árum síðani eina kanning, sum segði, at er tín inntøka undir 11.194 kr. um mánaðin, so livir tú í fátækradømi. Politiski myndugleikin har hevur tó heldur ongantíð megna at fingið semju um markið, men tað tykist sum danska fólkið , við at áseta hetta markið, er samt.

Vónandi fáa vit á Løgtingi eitt gevandi kjak og eina samtykt, sum kann kveikja áhuga landsstýriskvinnurnar fyri málinum og virka til, at vit við lóg fáa ásett eitt mark, sum tryggjar vanliga føringinum, børnum og familjum trygg livikor, tá fíggjarliga rekur ímóti.

Karsten Hansen                                          Bill Justinussen                                           Jenis av Rana

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net