Les her broytingaruppskot Miðfloksins
Havnin h. 12.08.10
Broytingaruppskot Miðfloksins til uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap- løgtingsmál nr. 1/ 2010.
Viðmerkingar:
Miðflokkurin tekur fult út undir við flestu av teimum viðmerkingum, sum meirilutin og fyrst nevndi minnilutin í vinnunevndini hava í teirra álitum. Báðir partar endurgeva skilagott úr tilmælnuum, sum komin eru frá bæði Havstovuni og Fiskidaganevndini. Víst verður eisini til ráðgevingar, ið summi, ið vórðu innkallaði í nevndina, góvu og skilagott verður hugleitt um vaksandi trupulleikarnir vit uppliva á marknaðum runt alt Europa, tíat spurnartekin verður sett við veiðitrýst okkara og manglandi burðardygd.
Men ístaðin fyri at fylgja givnu ráðum og tilmælum heldur meirilutin, ið umboðar samgonguna, fram á somu kós, ið hevur valdað mongu farnu árini. Lítið og einki verður broytt, tikið verður ikki við ráðum, hóast meirilutin uttan iva eisini er samdur í fylgjandi niðurstøðu frá Havstovuni, har hendan, í sb.v. at skipa veiðuna burðardygt, greiðir soleiðis frá:
..tað at minka veiðutrýstið er ikki tað sama, sum at veiðan fer at minka. Um veiðutrýstið verður minkað, minkar veiðan ta fyrstu tíðina (1-3 ár), men eftir tað kann væntast, at veiðan í tonsum sum heild verður tann sama ella helst størri, og at færri og størri fiskar verða veiddir. Og tað hevur nógvar fyrimunir. Teir eru betur egnaðir í gýtingarstovninum, og teir eru betri egnaðir bæði í framleiðsluni og viðvíkjandi fiskaprísi, so at meira fæst burturúr enn við einum ov stórum veiðutrýsti. Eisini kann væntast, at sveiggini í veiðuni ár undan ári verða minni….
Margháttligt er, at meirilutin ikki tekur avleiðingar av egnari niðurstøðu, har teir í áliti sínum so rætt føra fram, at:
…størsta takið í løtuni er at kunna skjalprógva, at okkara veiða er burðardygg. Sum er, megna vit ikki tað, og tí renna vit okkum ímóti á alsamt fleiri marknaðum. Marknaðurin er kritiskur og tekur ikki tann vágan á seg at seta vørur á hillarnar, sum ikki ganga undir at vera burðardygg framleiðsla…..og …
vit kunnu vænta okkum, at gongdin við krøvum um burðardygd og
umhvørviskrøvum fara at økjast á teimum dýru marknaðunum heldur enn linka.
Hartil er meirilutin kunnugur við frágreiðing landsbankans um framleiðsluavrikini í føroysku vinnuni, har hesi m.a. staðfestir, at :
…veiðitrýstið við Føroyar hevur seinastu 15 árini verið í miðal á leið dupult so stórt, sum tað veiðitrýst, sum hevði kastað mest av sær, bæði búskaparliga og lívfrøðiliga….
og við tíðindaskriv frá Vinnuhúsinum, sum bønar um broyttan hugburð v. m.ø.niðanfyri endurgivnu orðum:.
… føroyska fiskivinnan hevur stórar avbjóðingar fyri framman. Flestu skipabólkar hava torført við at fáa endarnar at røkka saman, og framleiðsluvinnan á landi hevur somuleiðis havt fleiri fíggjarliga
tung ár. Lívfrøðiliga sær ikki mætari út. Ávaringarnar frá fiskifrøðingum hava ljóðað í fleiri ár, men valt hevur verið ikki at lurta eftir teimum. At fiskiskapurin eftir týdningarmiklum fiskasløgum nærum er farin burtur í einki, er tó ein sannroynd og ein viðvirkandi orsøk til, at torført er at fáaendarnar at røkka saman í vinnuni. Somuleiðis er torført at sleppa av við vøruna á marknaðunum orsakað av, at ikki ber til at skjalprógva, at fiskastovnarnir verða burðardygt umsitnir…
Og vit kundu hildið á at endurgivið ávarðingarróp frá skilafólkunum í búskaparráðnum, fiskasølufólki og mongum øðrum, m.a. um trupulleikar á týdningarmiklum marknaðum, bæði í í Týsklandi, Fraklandi og Bretlandi.
Ávarðingar og tilmæli, sum samgongan er fult út kunnug við, tó uttan at taka neyðug stig at rætta kósina.
Miðflokkurin ávarðar enn einaferð móti at síggja burtur frá ráðum og tilmælum teirra serkønu, verið teir innan vinnuna ella fiskifrøðina. Og flokkurin mælir til, meðan vit enn hava møguleikan sjálvi at skipa veiðu okkara, at byrja eina miðvísa gongd, sum, umframt at tryggja tilfeingi okkarar, fer at vísa umheiminum, og her serliga marknaðum okkara, at vit hugsa burðardygt. At skerja 24 % í einum metur Miðflokkurin tó er ov vandamikið her og nú fyri búskap og vinnu, tí mælir flokkurin til at hava hetta sum mál í einum 3- ára skeiði.
Broytingaruppskot Miðflokksins er tí at skerja fiskidagarnar fyri bólkarnar 2, 3 og 4 við 8 % komandi fiskiár.
Ført verður fram, og váttað av Havstovuni, at grundarlagið fyri tað dagatal, ið er tillutað lemmatrolarunum er ivasamt. Havandi hetta í huga, og ásannandi at hetta fyrsta árið er ein royndartíð, tekur Miðflokkurin undir við tí dagatali til bólk 1, sum meirilutin í fiskivinnunevndini mælir til.
Somuleiðis tekur Miðflokkurin undir við meirilutanum í vinnunevndini at minka skerjingina hjá bólki 5 frá 5000 til 4000 dagar, og í at neyðugt verður neyvt at definera vinnuligan útróður, soleiðis at tey, sum skulu liva av útróðri, hava nóg mikið av døgum.
Viðvíkjandi brúksskylduni er Miðflokkurin samdur við vinnunevndini í, at avleiðingarnar av tí leistinum, sum landsstýrismaðurin skjýtur upp, fer at hava við sær økt veiðitrýst – tí tekur Miðflokkurin ikki undir við hesari broyting.
Miðflokkurin heitir á Landsstýrismannin og samgongumeirilutan um at taka neyðug stig, so vit gagnnýta alt tilfeingið, sum kemur úr havinum. Fremstu granskarar og vinnulívsmenn okkara vísa á, at í tí partinum av tilfeingi, sum vit enn brúka ov lítið av, liggur meira enn helmingurin av tí virði, vit áttu at fingið burturúr tí ríkidømi grunnarnir geva okkum.
Við hesum viðmerkingum setir Miðflokkurin fram soljóðandi
B r o y t i n g a r u p p s k o t:
§ 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 29. Innan fyri hvønn av
høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28,
sum vóru í veiðiflotanum 1. januar 1995,
verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar
undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr.
tó stk. 3, sum verður býtt millum
fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin
fyri møguligari umseting av fiskidøgum
frá einum fiskifari til eitt annað í sama
undirbólki, bólkur 5 tó undantikin, og
endaligum avhendingum av fiskidøgum
millum undirbólkarnar 4A og 4B í
tíðarskeiðinum frá 1. september 2009 til
31. august 2010:
Bólkur 1: Lemmatrolarar:
Innara fiskidagaleið 900 fiskidagar
Ytra fiskidagaleið 1.700 fiskidagar
Bólkur 2: Partrolarar 4.054 fiskidagar
Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 2.705 fiskidagar
Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 – 40 tons 1.218 fiskidagar
Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 1.616 fiskidagar
Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 1.417 fiskidagar
Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 13.259 fiskidagar.”

