Viðvíkjandi framløgu av lógaruppskotum eftir fráboðaðum leisti
1. Nær verða upskotini sum skuldu leggjast fram í august løgd fyri Løgtingi?
2. Metir Løgmaður at samgongan hevur liva upp til tað sum Løgmaður hevur boða frá viðvíkjandi framløgu av lógaruppskotum?
3. Metur Løgmaður, at skjótt vaksandi halli á fíggjarlógini er í tráð við tann í samgonguskjalinum fráboðaða sjálvberandi búskapinum?
Løgmaður, Kaj Leo Johannesen hevur áhaldandi frá Tingsins røðarapalli, í miðlunum og á fundum gjørt nógv burtur úr, at nú skuldi skil fáast á, og Løgmaður hevur aftur og aftur staðfest at:
Tað er liðugt við eykajáttanum sum ikki eru útreiðsluneutralar!
Løgmaður hevur gjørt nógv burtur úr at tað polittiska arbeiði nú var sett á skinnarar, har ABC-samgongan skuldi skriva søgu við at leggja fastar fíggjarligar karmar á vári 2009 fyri Løgtingi, um hvussu nógv hvør landsstýrismaður hevði at ráða yvir, og hvussu peningurin skuli brúkast.
Lógaruppskot skulu leggjast fyri Løgtingi eftir skipaðun leisti, soleiðis at tað sum er fari fram til dømis sísta vetur og ikki minst í vár nú skal verða søga. Samgongan hevði ásanna at gongdin langt frá hevði verði nøktandi. Nu skuldi vend koma í.
Hvussu eydnaðist so hendan nýggja byrjanin?
Fíggjarligu karmarnir sum skuldu samtykkjast í vár vóru ikki samtyktir fyrr enn 13.august, og tá vóru teir ikki í familiu við tað føstu ætlan sum breiða samgongan hevði ætlanir um og hevði lagt fram.. Tað einasta sum eftir var tá samtyktin var gjørd, var eitt krónutal, við viðmerkingum um, at man spardi har man vildi. Samgongan var í roynd og veru ikki samdur um nakað sum helst.
Av Løgmansrøðuni framgongur at Samgongan skuldi leggja 19 lógarupskot fram í Løgtinginum áðrenn 1.sept. 2009. Teir hava lagt 4 fram harav 2 eru kravd við lóg.
Allar hesar avgjørdu útmeldingar hava víst seg at verða tyknar úr leysum lofti, Ein eykajáttan sum økir risa hallið við yvir 80 milliónum er júst løgd fram í Løgtinginum, skuldi annars sambært Løgmann verða løgd fram í august.
Karsten Hansen

