Bill Justinussen setir mikudagin fylgjandi munnligar spurningar til Helenu Dam á Neystabø, Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Kaj Leo Johannesen.
Munnligur fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum
1. Fær ein embætismaður, sum fer frá í úrtíð, altíð fráfaringarløn, uttan mun til, hvussu hann hevur røkt ella misrøkt sítt starv?
2. Um ikki, hvørji brot á starvstreytir hjá einum embætismanni kunnu hava við sær, at kravið um fráfaringarløn fellur burtur?
3. Fer landsstýriskvinnan at endurskoða skipanina við fráfaringarlønum hjá embætisfólki, sum fara frá í úrtíð?
Føroyar eru eitt lítið land, har persónlig viðurskifti hjá eitt nú fráfarnum embætisfólkum lættliga gerast partur av almenna orðaskiftinum. Soleiðis hevur eisini verið hesi seinastu árini, har embætisfólk eru farin frá við løn í longri ella styttri tíðarskeið. Føroyar eru eisini eitt lítið land, tá talan er um fíggjarorkuna hjá tí almenna. Og nú kreppa er í búskapinum, arbeiðsloysið økist og almenna hallið spreingir flestu mørk, er misnøgdin og øsingin enn størri um, at embætisfólk, sum fara úr starvi í úrtíð, fáa løn frá tí almenna í áravís og í summum førum fyri restina av lívinum, uttan at arbeiða fyri lønina. Tað er næstan sum at vinna í stóra happadráttinum hjá embætismanni at fara frá í úrtíð. Fyri verkafólk, tímalønt og flest øll onnur tykjast slíkar skipanir órættvísar mótvegis øllum, sum hvønn mánaða mugu lata upp til helvtina av lønini til landshúsarhaldið. Á Løgtingi hevur verið nærum gravartøgn um slík viðurskifti, tí tey gerast persónlig, men manna millum er misnøgdin týðilig. Tí eigur landsstýriskvinnan í stuttum at greiða undirritaða og øllum áhugaðum frá hesum viðurskiftum.
Á Løgtingi 8. februar 2010
Bill Justinussen
Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í Uttanríkismálum
1. Hvør hevur leikluturin hjá Uttanríkisráðnum verið í sambandi við samráðingarnar um fiskiveiðuavtalu í Suðurkyrrahavi?
2. Nær kom Uttanríkisráðið upp í samráðingarnar, og hvør tók stig til at flyta uppgávuna úr Fiskimálaráðnum til Uttanríkisráðið?
3. Um Føroyar ikki høvdu sett á stovn Uttanríkisráð í 2008, høvdu so byrjaðu samráðingarnar ikki komið á mál, og var tað avgerandi fyri samráðingarnar, at Uttanríkisráðið stóð fyri teimum?
4. Hvussu stórt er virðið av avtaluni og hvussu stórt hevði virðið verið, um Uttanríkisráðið ikki var samráðingarpartur?
Fleiri røddir eru frammi um, at Føroyum ikki tørva eitt Uttanríkisráð. Hesum hevur landsins uttanríkisráðharri víst aftur við at vísa á glæsilig úrslit, sum vinna Føroyum munandi meiri inntøkur, enn kostnaðurin av Uttanríkisráðnum er. M.a. verður sagt, at avtalan um rossamakrel í Suðurkyrrahavi er eitt beinleiðis úrslit av arbeiðnum hjá Uttanríkisráðnum, og at hendan avtalan vinnur Føroyum so mikið av inntøkum, at tær undirstrika týdningin av arbeiðnum hjá Uttanríkisráðnum. Undirritaði undrast á slíkar útsagnir, tí samráðingarnar við strandarlondini kring Suðurkyrrahavið, ES, Kanada, USA, Japan, Russland, Kina og Korea byrjaðu fyrst í mai-mánaða í 2007. Tað vóru umboð fyri Fiskimálaráðið, sum luttóku á samráðingarfundinum; øllum kunnugt høvdu Føroyar onki Uttanríkisráð í 2007. Tá m.a. hetta avrikið verður sagt av vera partar av sjálvum tilverugrundarlagnum hjá Uttanríkisráðnum, liggja helst nýggjar inntøkur í arbeiðnum, sum ikki høvdu komi til høldar, um málsøkið ikki varð flutt úr Fiskimálaráðnum til Uttanríkisráðið. Av tí at hetta er trupult fyri undirritaða at fáa eyga á í nevnda døminum, verður biðið um útgreinandi upplýsingar.
Á Løgtingi 8. februar 2010
Bill Justinussen
Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, viðvíkjandi burðardygd
1. Hvussu definerar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hugtakið BURÐARDYGD og burðardygga veiðu?
2. Er hin føroyska almenna allýsingin av hugtakinum BURÐARDYGD hin sama sum aðrastaðni í heiminum, m.a. hjá okkara keyparum?
3. Er landsstýrismansins og Fiskimálaráðsins allýsing av heitinum hin sama sum hjá Havstovuni?
Helst hevur heitið burðardygd verið fyrstu ferð nýtt sum alment galdandi og góðkent hugtak síðani 1987, tá hetta heitið varð nýtt í sonevndu Brundtland-frágreiðingini um umhvørvis- og menningarpolitikk kring heimin. Í hesi frágreiðing verður hugtakið burðardygd at skilja so, at vit kunnu troyta náttúru og umhvørvi í tann mun, at núlivandi ættarlið og umhvørvi fáa sum mest burturúr uttan at gera seg inn á møguleikarnar hjá komandi ættarliðum eisini at fáa sum mest burturúr.
Havstovan, sum er føroyski vitanar- og granskingardepilin innan fiskivinnu, hevur í mong ár fílst á, at ov nógv verður tikið úr okkara fiskastovnum, og at hetta kann vera ein orsøk til, at serliga toska- og hýsustovnarnir eru so sera óstøðugir. Politikkarar, sum ikki eru vísindafólk, hava tikið sær rætt til at vera samdir ella ósamdir við okkara egnu serfrøðingar, og hevur politiskur hugburður verið orsøk til, at lívfrøðiligu tilmælini so at siga ongantíð eru fylgd við einum einasta undantaki, og tað var á Ólavsøku í 2008, tá táverandi fiskimálaráðharri legði sítt uppskot um fiskidagar undir lívfrøðisligu serfrøðina á Havstovuni.
Ósemjan stendur við og versnar, tí onki er, sum bendir á, at núsitandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum ætlar at fylgja lívfrøðiligum tilmælum, hóast greiðar ábendingar eru um, at tað hevði verið gongda leiðin fyri verandi og komandi ættarlið, fyri landsbúskapin og fyri vælferðina.
Á Løgtingi 8. februar 2010
Bill Justinussen
Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann um Vísundaráðið
1. Greið frá virksemi Vísundaráðsins, m.a. tal av fundum í 2009 og hvat Vísundaráðið hevur avrikað í 2009.
2. Hvussu langt er arbeiðið komið at leggja lunnar undir ein føroyskan granskingarpolitikk og eina heildarætlan fyri gransking og menning í Føroyum.?
3. Er málið framvegis at játta munandi størri upphæddir til gransking og menning tey næstu fimm árini?
4. Hvussu langt áleiðis er Landsstýrið komið við ætlanunum um at kanna, hvussu teir mongu grunnarnir, ið landið varir av, í størri munn kunnu nýtast til gransking og menning?
Hin 28. novembur 2008 stóð at lesa á heimasíðu løgmans:
Vísindaráðið hevði sín fyrsta fund fyrrapartin í dag. Vísindaráðið er mannað við landsstýrisfólkunum, umboðum úr vísindaliga umhvørvinum og vinnuni. Vísindaráðið skal orða tann yvirskipaða strategiska granskingarpolitikkin, sum við felags hugsjón fevnir um gransking, menning og nýskapan. Í yvirskipaða granskingarpolitikkinum er ætlanin, at serlig høvuðsøki verða raðfest fyri eitt ávíst tíðarskeið samstundis sum fíggjarligu íløgurnar fylgja við.
Løgmaður er formaður og landsstýriskvinnan í granskingarmálum næstformaður. Stjórin í granskingarráðnum er skrivari.
Vísindaráðið hittist aftur í februar og tá verður fyrsta orðingin av einum granskingarpolitikki væntandi klár at leggja fram.
Kaj Leo Johannesen løgmaður sigur: “Vísindaráðið hevur avgerandi týdning fyri menningina í Føroyum. Virkið hjá Vísindaráðnum setur gransking og nýskapan á hægsta politiska stig og byggir brýr millum politisku skipanina, vinnuna og almenningin.
Samskipanin av gransking í Føroyum hevur mangla og samskipan av fíggingini er neyðug. Ráðið fer at leggja lunnar undir ein føroyskan granskingarpolitikk og eina heildarætlan fyri gransking og menning í Føroyum.
Vísindaráðið er samt um, at fyritreytin fyri búskaparligum vøkstri í Føroyum er økt gransking og menning. Málið er at játta munandi størri upphæddir til gransking og menning tey næstu fimm árini. Landsstýrið ætlar tí at kanna hvussu teir mongu grunnarnir, ið landið varir av, í størri munn kunnu nýtast til hetta.”

