UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Munnligur fyrispurningur til Axel Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum

Seinnu árini er nýtslan av sterkari rúsevnum í Føroyum støðugt vaksin. Sagt
verður frá bygdum í landi okkara, har gerandisdagurin er forpestaður av
rúsevnamisnýtslu, og har bygdafólk rópa neyðarróp.

1. Hvørji átøk ger landsstýrið fyri at steðga nýtsluni av sterkum
rúsevnum í Føroyum?

2. Hvat skal til fyri at hava narkohundar hjástaddar, hvørja ferð
flogfør lenda og skip úr útlondum koma í havn?

3. Hevur landsstýrið umhugsað harðari framferðarhátt – eitt nú
finningarløn til tey, sum avdúka bakmenn – fyri at koma vanlagnunum til
lívs?
Seinnu árini er nýtslan av sterkari rúsevnum í Føroyum støðugt vaksin. Sagt
verður frá bygdum í landi okkara, har gerandisdagurin er forpestaður av
rúsevnamisnýtslu, og har bygdafólk rópa neyðarróp. Tá so er vorðið á bygd,
er neyvan betri í bý. Nógv hevur verið tosað og nakrar royndir eru gjørdar
at styrkja um fyribyrgingararbeiðið. Eitt nú SSP-samstarvið millum skúla,
sosialar myndugleikar og løgreglu. Hóast hesi átøk og hóast meir játtan á
fíggjarlógini til narkohundar, er trupulleikin framvegis ovurstórur. Tá
mildu tiltøkini ikki tykjast at steðga ringu gongdini, er neyðugt at herða
tiltøkini. Lokkandi tankin um skjótan vinning er ofta ein orsøk til, at ung
fólk óumhugsað játta at vera sendiboð fyri bakmenn. Og mangan eru tað tey,
sum sita við apuni heldur enn veruligu brotsmenninir. Tí kann hugsast, at
ein skipan við finningarløn (dusør) kann hjálpa løgregluni at finna veruligu
brotsmenninar, so komast kann tramanskapinum til lívs.

Bill Justinussen

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net