UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Munnligur fyrispurningur til Hans Paula Strøm

Jenis av Rana hevur sett fram hendan spurning til Hans Paula Strøm, viðv. koppseting av gentum móti lívmóðurhálskrabba. Spurningurin verður svaraður 03.12.08

Sp.1: Er tað rætt, sum fjølmiðlar siga frá, at landsstýrismaðurin hevur broytt hugsan, og hevur slept ætlanunum um fyribyrgjandi koppseting av 12 ára gomlum móti lívmóðurhálskrabbaelvandi virusi?

Sp.2: Eru heilsufakligu tilmælini broytt síðani avgerðin um hesa koppseting varð tikin ?

Sp.3: Um orsøkin til broyttu ætlanirnar hinvegin er fíggjarlig, er landsstýrismaðurin so ikki samdur við mær í, at talan er um eina ábyrgdarleysa avgerð?

Viðmerkingar:
Fyrr í ár, meðan CHE samgongan ráddi, upplýsti landsstýrismaðurin, í svari uppá fyrispurning í Løgtinginum, at koppseting móti lívmóðurhálskrabba fór at byrja frá 1 januar komandi ár. Seinastu daganar hava fjølmiðlar tó borið tey tíðindi, at hendan lívbjargandi viðgerð tó ikki verður sum ætlað, orsøkin, verður sagt, er manglandi játtan á komandi fíggjarlóg.

Mett verður, at koppseting av teimum, ið tilmælini eru um at koppseta, fer at krevja eina millión fyrsta árið, tó nakað meira fyrstu tvey árini, tá ætlanir eisini eru at bjóða 13 og 14 ára gomlum hesa koppseting. Havandi í huga at hendan koppseting fer at bjarga mongum kvinnum í bestu árum frá krabbameini, má sigast at kostnaðurin er lítil.

Fíggjarlógin fyri 2009 er tó ikki enn samtykt á Løgtingi, og tá neyvan nakar ivi man vera um at løgtingsfólk flest síggja álvaran í hesum máli og fegnir raðfesta tað, eigur at vera møguligt at finna hesa játtan. Um ikki onnur játtanarloysn sæst, kundi fíggjarmálaráðharrin hóskandi tikið fram aftur kunngerðina um tollfríu cigarettirnar, sum, við sínum 18 mió. spardu krónum, væl og virðiliga frígerð fígging til økið.

Jenis av Rana

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net