Ein nýggj kanning av øllum 8.-floksnæmingum í Føroyum vísir, at 10. hvør teirra hevur roynt sjálvmorð vegna sálarligu sjúkuna eftirvirkandi strongd.
Í samrøðu við Dimmalætting fríggjadagin 24. august sigur einasti barnasálarfrøðingur í landinum, at:
Psykiatriski depilin, hóast hann er í menning, ikki er ein nøktandi viðgerðarstovnur fyri børn.
Eitt nú er ongin barnapsykiatrisk seingjadeild, og skulu børn og ung innleggjast, verða tey noydd at liggja har saman við teimum vaksnu.
Víðari sigur hann:
Politiski hugburðurin tykist vera alt ov ignorantur ella óvitandi.
Skúlarnir hava alt ov lítla orku til at hjálpa næmingunum, og trivnaðurin hjá børnunum í teimum føroysku skúlunum er alt ov vánaligur.
Tað manglar ein heildarætlan fyri fyribyrjandi arbeiði og fyri, hvussu man loftar børnum, ið hava tað ringt.
Teir ymisku skúlarnir og lærararnir eru alt ov ymiskir.
Summir lærarar duga sera væl at varnast atferðarbroytingar hjá børnunum, men nógvir eru blindir fyri hesum og síggja púrt einki, sigur barnasálarfrøðingurin.
Hetta eru útsagnir, vendar móti politisku skipanini og serliga málsøkinum, sum landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum situr fyri.
Hóast málini eru gylt um ”tað góða samfelagið”, so er enn langt eftir á mál.
Trupulleikin er ikki nýggjur, og hevur alt hetta valskeiðið óloystur verið hangandi yvir landsstýrinum.
Nú er skeiðið um at vera runnið, men tó eigur landsstýrismaðurin at greiða frá, hvørjar ætlanir eru á økinum.
1. Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til ábreiðslurnar frá barnasálarfrøðinginum?
2. Hevur landsstýrismaðurin nakran varhuga av, hvør orsøkin er til, at 10. hvør næmingur í 8. flokkunum hevur roynt at framt sjálvmorð?
3. Eru nakrar ítøkiligar ætlanir um at styrkja barnasálarfrøðina í Føroyum?
Bill Justinussen, løgtingsmaður

