Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
1. Hvørjar mannagongdir nýtir almenni myndugleikin, tá álvarslig læknamistøk verða staðfest í sjúkrahúsverkinum.
2. Hvørji rættindi hava sjúklingar ella teirra avvarðandi, tá skeivar viðgerðir enda við varandi meini ella deyða.
3. Hvat hevur landsstýrismaðurin ítøkiliga gjørt fyri at bøta um fakligu góðskuna í sjúkrahúsverkinum.
Tíverri halda óhugnaligu søgurnar fram um syndarligar mannalagnur sum avleiðing av skeivum viðgerðum í sjúkrahúsverkinum.
Borgarar stíga alment fram og greiða frá sínum søgum, sum eru staðfestar og prógvaðar bæði við dómum og avgerðum hjá sjúklingakærunevndini.
At læknar kunnu mistaka seg og at hetta kann hava álvarsligastu avleiðingar fyri tann viðgjørda, fáa vit neyvan nakrantíð vart okkum fyri, men sjúkrahúsverkið eigur undir øllum umstøðum at hava greiðar mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, tá mistøk eru framd.
Av tí at landsstýrismaðurin hevur lovað bót og bata á hesum øki, er neyðugt, at almenningurin fær innlit í, hvat landsstýrismaðurin hevur gjørt og hvat hann ætlar sær at gera.
Glyvrar, hin 24-09-07
Bill Justinussen

