UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Munnligur fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabøð, landsstýriskvinnu í mentamálum

Mikudagin 14. januar í ár greiddi ungur maður í sendingini ”Vinstra víkiskylda” frá síni hash-misnýtslu. Ungi maðurin slapp í sendingini at greiða frá, at hann sum hash-misnýtari viðhvørt nýtir hash eina ferð um vikuna og viðhvørt gongur hálvt ár ímillum. 

Hann greiddi frá, at hash er púra óskaðiligt at nýta, og at tað so at siga ongar negativar avleiðingar hevur fyri misnýtaran. Hann helt, at bæði rúsdrekka og tubbak eru munandi meiri skaðilig, og undraðist á lóggávuna, sum loyvir hesum báðum evnunum, men ikki loyvir sølu og nýtslu av hashi. Sendingin var sum heild ein skelkandi reklama fyri hash-misnýtslu, og ungi maðurin tyktist ongar trupulleikar hava av at reklamera fyri ólógliga evninum.

Rúsdrekka og tubbak eru loyvd at selja og nýta í Føroyum. Hóast hetta er ikki loyvt at reklamera fyri rúsdrekka og tubbaki. Hetta er partur av almenna fyribyrgingarpolitikkinum. Hash er ólógligt evni í Føroyum. Hóast hetta gav Rás2 í tveir tímar rúm fyri reklamu fyri ólógliga rúsevninum. Rás2 hevur sendiloyvi frá landsstýrinum. Landsstýrið hevur ein fyribyrgingarpolitikk, sum gjøgnum lóggávu og eftirlit ger alt fyri at fyribyrgja sølu og nýtslu av hash.

1. Hvørji stig tekur landsstýriskvinnan í sambandi við, at ein útvarpsstøð við sendiloyvi frá landsstýrinum loyvir reklamu fyri ólógligum rúsevnum
2. Hvussu tryggjar landsstýriskvinnan sær, at treytirnar í sendiloyvunum verða loknar.

Á Glyvrum hin 22. januar 2009

Bill Justinussen

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net