UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Munnligur fyrispurningur til John Johannesen, landsstýrsimann í Innlendismálum.

Hin 26. apríl 2011 samtykti Føroya Løgting broyting í Løgtingslógini um fólkayvirlit.

Hendan broyting gjørdi, at persónar, ið eru starvsettir undir danska statinum og sendir í uttanríkistænastu, ella í avmarkað tíðarskeið eru útsendir í trúboðaravirksemi, í humaniterum arbeiði ella framhaldsnámi, ikki longur verða skrásettir sum fluttir av landinum.
Royndir, eisini seinastu dagar, benda á, at lógin ikki verður fylgd. Slík, sum lógarbroytingin fevnir um, hava møtt forðingum, tí starvsfólk, sum varða av økjum, sum lógin umfatar, ikki fylgja broyttu lógini, men enn halda seg til gomlu lógina.

Tí fylgjandi spurningar til landsstýrismannin:

1: er tørvur á øðrum lógarbroytingum, ella broytingum í kunngerðum, áðrenn umtalaða broyting í lógini um fólkayvirlit fær fullan virkna.

ella

2: er talan um at starvs- og embætisfólk ikki eru kunnað um framdu lógarbroytingina?

3: Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at umtalaða lógarbroyting veruliga fær virkna?

Havnin. h. 15.08.11

Jenis av Rana

form. Miðfloksins.

Løgt. mál. nr. 66 ár 2010

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net