Øll í politisku skipanini halda tað vera ábyrgdarloysi
at steðga politiska arbeiðnum, so leingi rættindini at veiða makrelin ikki
eru útlutað. Landið er tí í politiskari undantaksstøðu, so leingi hesin
spurningurin ikki er avgreiddur.
1. Hvussu fer løgmaður í høvuðsheitum at býta makrelkvotuna fyri í ár?
2. Nær fær tann parturin av flotanum, sum ikki er partur av vanliga
uppisjóvarflotanum, síni loyvi útskrivað?
3. Við atliti at tørvinum hjá tí partinum av flotanum, sum ikki er
partur av vanliga uppisjóvarflotanum, at fremja umleggingar og íløgur, nær
heldur løgmaður, at seinasta freist er fyri at útskriva loyvini?
Nakað bendir á, at makrelurin ikki bara kann tryggja hundraðtals føroyingum
arbeiði og inntøkur, men eisini minnilutasamgonguni millum sambandsflokkin
og javnaðarflokkin. Øll í politisku skipanini halda tað vera ábyrgdarloysi
at steðga politiska arbeiðnum, so leingi rættindini at veiða makrelin ikki
eru útlutað. Landið er tí í politiskari undantaksstøðu, so leingi hesin
spurningurin ikki er avgreiddur. Hvat síðani hendir, vita sjálvandi bara
tey, sum nú tryggja løgmanni sessin.
Tolið stendur sína roynd hvønn einasta dag hjá tí partinum av vinnuni, sum
ikki veit, um hann er keyptur ella seldur í makrelspurninginum. Nøkur
teirra, sum fáa makrelveiðirættindi útlutað, standa fyri at gera umleggingar
og íløgur fyri stórar upphæddir. Hetta kann ikki gerast, so leingi óvissa um
rættindini valdar. Hetta tálmar virkseminum og virkismøguleikunum, tí tann,
sum væntar at fáa loyvi útlutað, kann illa kasta seg yvir annað virksemi, og
tann, sum ikki fær loyvi útlutað, hevur hinvegin bíðað til onkis. Tí er
verandi bíðistøða serliga ótolandi. Tí júst hesin parturin av vinnuni er
tann, sum hevur ringast umstøður til at bíða og onki at vita.
Vónandi gevur løgmaður eitt svar, sum kann hjálpa vinnuni ávegis í hesi
ótolandi bíðistøðu. Summarið nærkast og eftir tað er heystið brátt á okkum.
Hvør farin dagur er ein minni hjá teimum, sum nærkast longdari leiktíð.
Glyvrar á flaggdegi
Bill Justinussen

