UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni.

Í Útvarpi Føroyar frættist leygarkvøldið um týsk/ føroyska orðabók, sum, sb. høvundanum, Kára Davidsen, studentaskúlalærara, ikki varð, ella fór at verða, givin út í Føroyum.
Orsøkin til at hetta stórverk, lívsverk høvundans, sum hann hevur brúkt 15 ár uppá, ikki hevur sæð dagsins ljós, var, sb. frágreiðing høvundans, sera margháttlig og meira lík klandri, ið kann taka seg upp millum børn.
Eitt stríð, tykir mær sum uttanfyristandandi, um orð.
Eitt stríð við mentamálaráðið, sum noktar høvundanum stuðul, tí hesin hevur gjørt hetta orðabókaarbeiði uttan at vera biðin gera tað.

Ásannandi stóra virði hendan orðabókin á móðurmálinum hevur og virðandi arbeiði høvundans, loyvir undirritaði sær at heita á – og spyrja landsstýrismannin á økinum:

… kann landsstýrismaðurin kunna løgtingið um hvør veruliga orsøkin er til at orðabókin ikki er/ verður givin út,

og

… er landsstýrismaðurin sinnaður at taka stig til, at høvundin fær virðiligar sømdir frá tí almenna til orðabókagerð og útgávu, uttan mun til um hann av mentamálaráðnum er biðin gera hetta verk – ella ikki.

Jenis av Rana
Løgtingsmaður f. Miðflokkin

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net