UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í vinnumálum, Jóhan Dahl.

Vinnan, hvørs mál tygun umsita, hevur fleiri ferðir hesar farnu vikurnar gjørt vart við sín harma um politiska atgerðar- og ráðaloysi, ikki bert í sb.v. makrelmálið, men støðuna sum heild.

Tí hesir spurningar til tygara.

Havnin h. 25. apríl 2011

Sp. 1:
Er dagsins politiska støða nøktandi út frá einari vinnupolitiskari meting?

Sp. 2:
Hvussu eru útlitini fyri, við verandi samgongu, at fáa loyst vinnupolitisk mál á skilabesta hátt?

Sp. 3:
Hvørji onnur vinnnumálmál, enn býti av makreli, royna samgongan og tjóveldi at loysa?

Sp. 4:
Var rætta avgerðin at geva lagnu og framtíð minnilutasamgongunar í hendur tjóðveldisfloksins?

Viðmerkingar:

Í dag eru tríggjar vikur farnar afturum, síðani løgmaður segði upp samstarvið við fólkaflokkin og valdi at halda fram við minnilutasamgongu, knappar tríggjar vikur síðani sami vrakaði samstarv við Miðflokkin og aðrar, sum bjóðaðu sær at tryggja eina stabila samgongu, og somleiðis knappar tríggjar vikur síðani løgmaður yvirgav lagnu samgongunar í hendurnar á formanni tjóðveldis. Gjøgnum fjølmiðlar lata tjóðveldisgarpar leka út, at teir eru við at fáa valdið á makrelbýtinum, men annars er einki, púrt einki, hent hesar tríggjar vikurnar. Tvs. at samfelagið hevur ligið bakk í tríggjar vikur, ligið í stjórnarloysi.

Alternativt kundi løgmaður havt valt at latið fólkið talað- hevði hann gjørt tað, heldur enn at givið seg í hendur tjóveldis, kundu vit longu um eina til tvær vikur farið á val, eitt val, sum uttan iva tvær vikur seinni hevði givið okkum eina nýggja virkisføra samgongu at stjórna landinum, m.a. at loyst øll stórmálini, sum bíða eftir at verða loyst.

Jenis av Rana

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net