Karsten Hansen spyr løgmann um setan av heilsuverkstjóra
Munnligur fyrispurningur
Løgmann Kaj Leo Johannesen
Viðvíkjandi setan av Heilsuverkstjóra
1. Metir Løgmaður, at tað er skilagott at seta ein heilsuverkstjóra afturat verðandi mongu stjórum?
2. Um so er, at Løgmaður er samdur í metingini, at longu nú eru nokk av leiðarum – ja kanska ov nógvir- fer Løgmaður so at tryggja, at ikki fleiri løg av leiðarum verða sett í sjúkrahúsverkinum?
3. Hevur ABC-samgongan viðgjørt spurningin um enn størri yvirbygna á sjúkrahúsøkinum.
Tað er júst gjørd ein kanning av sjúkrahúsverkinum sum greitt slær fast, at alt ov lítið samanhang er millum fíggjarligu ábyrgdina og heimildina at brúka pening. Tað er onki í hesi kanning sum bendir á, at orsøkin er manglandi tal av leiðarum.
Grundin til at eg kravdi kanningina, og at undanfarna Landsstýri og samgonga tók undir við hesum, var eitt felags ynski um at steðga skeivu gongdini, har man aftaná, tá ári er liðugt roynir at finna út av hvat verðuliga fór fram.
Tað er alneyðugt, at ætlanin verður steðgað, meðan neyðuga arbeiði at fáa gjøgnumskygni og samanhang millum fíggjarliga ábyrgd og heimild at brúka pening.
Klaksvík hin 24. novembur 2008
Karsten Hansen

